2016-04-10 22:00
Um vikuskiftið hevur 5. umfar í EFFO-deildini verði leikt.
Fyrsti dysturin var í gjár, tá Skála tók móti HB
Skála hevur fyrr í hesum kappingarárinum víst, at teir kunnu spæla móti teimum stórufeløgunum. Skála royndi at stríðast móti HB, og hálvleiksstøðan var 0-0. Men ??ssur M. Dalbúð vildi tað øðrvísi í seinna hálvleiki, hann gjørdi ikki matari av enn, at skora trý mál tey komu í 51, 82 og 88'inda minutti. HB vann dystin 0-3.
NSÍ skoraði flest mál hetta umfari
NSÍ var á vitjan hjá uppflytarnum av Toftum. Dysturin var ikki meira enn 11. minuttir gamal tá Klæmint A. Olsen skoraði sítt fyrsta mál henda dagin. Tá ið 19. minuttir vórðu leiktir økti Petur Knudsen um leiðsluna til 0-2, sum eisini var hálvleiksstøðan. Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður, so var Klæmint aftur á rætta stað, og skoraði til 0-3. Pól J. Justinussen økti um leiðsluna til 0-4, Klæmint setti punktum og skoraði til 0-5.
KÍ vann eisini stórsigur
Stutt undan hálvleikinum fekk KÍ hol á, og tað var Ahmed Mujdragic ið skoraði til 0-1 tá KÍ í dag vitjaði í Fuglafirði. Hálvleiksstøðan var 0-1. Páll A. Klettskarð økti um leiðsluna tá ið góður tími var leiktur. Jóannes Bjartalíð skoraði til 0-3 tí ið 81. minuttir fóru farnir. Páll fekk eitt mál afturat, tá ið hann skoraði til 0-4 stutt undan dystarloki.
AB og Víkingur samdust um javnleik
Víkingur var í dag á vitjan á Argjum, einki mál kom í fyrra hálvleiki. Men seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður, so hevði Víkingur lagt seg á odda við málið frá Filip Djordjevic. Góðar 10. minuttir seinni javnaði Karstin Højgaard til 1-1. Jón Krosslá Poulsen legði Víking á odda 1-2 eftir 80. minuttir. Men Árni G. Nielsen vildi ikki lata øll stigini fara úr aftur Argjum, og javnaði til 2-2 tá ið tríggir minuttir vórðu leiktir av yvirtíðini. Dysturin endaði 2-2.
Einki mál kom í Gundadali
Meistarnir tóku ímóti TB í Gundadali í dag. Einki mál kom í dystinum.
Effodeildin 2016
Nr. | Lið | D | V | J | T | Mál | S |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | HB | 5 | 4 | 1 | 0 | 11-4 | 13 |
2 | NSÍ | 5 | 4 | 0 | 1 | 17-4 | 12 |
3 | B36 | 5 | 3 | 1 | 1 | 10-4 | 10 |
4 | Víkingur | 5 | 2 | 3 | 0 | 13-6 | 9 |
5 | KÍ | 5 | 3 | 0 | 2 | 10-7 | 9 |
6 | TB | 5 | 1 | 2 | 2 | 2-3 | 5 |
7 | ÍF | 5 | 1 | 1 | 3 | 5-16 | 4 |
8 | Skála | 5 | 1 | 0 | 4 | 2-11 | 3 |
9 | AB | 5 | 0 | 2 | 3 | 4-7 | 2 |
10 | B68 | 5 | 0 | 2 | 3 | 3-15 | 2 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald