Ítróttur

HB er nýtt oddalið í EFFO-deildini

...

2016-03-20 19:30 Author image
placeholder
Fult umfar hevur verið í EFFO-deildini í vikuskiftinum. 


Sí eisini myndir frá 07 Vestur - FC Suðuroy her.

Tveir dystir vórðu í gjár.

NSÍ tók móti Skála. Per Langgard skoraði til 1-0 eftir 15. minuttir, sum eisini var hálvleiksstøðan. Petur Knudsen legði NSÍ á odda 2-0 eftir 65. minuttir. NSÍ vann 2-0 á Skála.

Í Fuglafirði tók ÍF móti Víkingi. Clayton Nascimento legði ÍF á odda 1-0 tá 23. minuttir vórðu farnir, og fimm minuttir fyri hálvleik økti Andy Olsen um leiðsluna hjá ÍF. Gert Hansen minkaði um munin í yvirtíðini av fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 2-1. Sølvi Vatnhamar javnaði fyri Víking tá ið bara fýra minuttir vórðu leiktir av seinna hálvleiki. Dysturin endaði 2-2.

Tríggir dystir hava verið leiktir í dag.

Við Stóra í Trongisvági tók TB móti AB. Rógvi Joensen legði TB á odda eftir 19. minuttir. Tá ið 86. minuttir fekk Sørin N. Samuelsen hjá AB reytt kort, eftir seinna gula korti. Dysturin endaði 1-0 til TB.

Á Toftum tók B68 móti B36. Longu í 1. minuttir fekk B36 brotsspark, tað tók Róaldur Jakobsen sær av, og skoraði til 0-1. Otto R. Petersen javnaði til 1-1 eftir 34. minuttir. Beint fyri hálvleik skoraði Lukasz Cieslewicz til 1-2. Róaldur Jakobsen var aftur á rætta staðnum tá 61. minuttir vórðu leiktir, og skoraði til 1-3. B36 vann dystin 1-4, Sebastian Pingel skoraði til 1-4 eftir 69. minuttir.

Í Havn tók HB móti KÍ. HB fekk brotsspark beinavegin, og tað skoraði Christian R. Mouritsen uppá. Tá ið hálvur tíma var leiktur fekk HB aftur brotsspark, Christian var aftur settur at taka, og skoraði til 2-0. Jóannes Bjartalíð minkaði um munin fyri KÍ beint fyri hálvleik. Hálvleiksstøðan var 2-1. Jonas Flindt Rasmussen javnaði fyri KÍ í 47'inda minutti. Poul Ingason var skiftur inn eftir ein góðan tíma, hann legði HB á odda 3-2 eftir 71. minuttir, og setti punktum fyri dystin tá ið hann skoraði til 4-2 í yvirtíðini.

Effodeildin 2016

Nr.
Lið
DVJTMálS
1
HB
3
2
1
0
7-4
7
2
B36
3
2
0
1
8-3
6
3
NSÍ
3
2
0
1
6-3
6
4
Víkingur
3
1
2
0
7-4
5
5
TB
3
1
1
1
2-2
4
6
ÍF
3
1
1
1
4-6
4
7
3
1
0
2
4-7
3
8
Skála
3
1
0
2
2-6
3
9
B68
3
0
2
1
3-6
2
10
AB
3
0
1
2
1-3
1

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder