Eg havi skriva um MH fyrr, men meti at tað er sera aktuelt eint nú, tá ætlanin er at skera fiskidagarnar við millum 15% og 30%, har grundarlagi fyri metingunum hjá Havstovuni byggir í størsta muna á tøl frá MH.
Eg setti meg í samband Havstovuna í august 2015 um at fáa tekningar av uppruna trolinum, lemmun og posa, sum MH brúkar til yvirlitstrolingar. Allar tekningar, áttu at stava frá 1982, um eingin broyting er farin fram, sum Havstovan hevur ført fram.
Bleiv biðin um at ringja til skiparin. Eg tosaði við hann og hann skuldi finna tekningarnar fram, til teir komu inn aftur, men skiparin fann ongar tekningar umborð á MH og tí lovaðu teir á Havstovuni at teir skuldu finna uppruna tekningarnar og senda mær tær.
Uml. Ein mánað seinri fekk eg so eina tekning av Uppruna trolinum og hesar tekningarnar vóru frá juli í 1997.
Í november í 2015 fekk eg eina tekning av uppruna lemminum, sum vóru teknaðar í oktober 2009.
Tað eru nógvar stillar á lemmum, men tær sóust ikki á tekningunum. Tað eiga at verða 2-3 ketur á baksíðuni, á lemmunum, men har var eingin tekning av ketunum, so man sá ikki stillingarnar, eiheldur longd og tjúkt. Einki stóð heldur um, hvat lemmarnir samla áttu at viga.
Fyrst í desember 2015 fekk eg eina tekning av posanum, sum var tekna í oktober 2015 til mín, eftir posanum sum var brúktur til yvirlit trolingina, tí ongin uppruna tekning var til. Fólk frá Havstovuni hava sjálvir gjørt posarnir í mong ár. Eg fekk eisini eina forkláring uppá, at ongar broytingar vóru nakrantíð gjørdar.
Fólk á Havstovuni blivu ógvuliga illa við, tá tey sóu at uppruna tekningarnar vóru burtur.
Eg havi siglt við trolara í 30 ár og trúgvi ikki, at uppruna tekningarnar hava veri soleiðis frá byrjan - og havi tosa við fleiri fólk frá Vónini, tey siga øll, at eitt millum stykki, er blivið burtur, sum eigur at verða millum troli og posan.
Trolið hevur 135 mm meskar og posin hevur 40 mm meskar og tað blívur ongantíð seyma beinleiðis saman, av fólki, sum eru von við at arbeiða við trol.
Av tí at posin, er so smámeskaður gerð tað móttrýst, so at hvørki sjógvur ella fiskur sleppur aftur í posan.
Trolvirkið Vónin hevur gjørt nógvar royndir við gjøgnum streymmátingum, fyri at fáa góðan gjøgnum streym, so at fiskur kann koma aftur í posan.
Stórur Bankatoskur orkar væl at svimja frammanfyri, so eg vil pástanda at ein Banka toskur er ótrúliga óheppin, um hann kemur aftur í posan og inn á dekki hjá MH.
Tað hevur eisini ver sagt við Havstovuna, síðani seinast í 80inum, um at teir eiga at taka ljóð royndir av MH, men teir vilja ikki lurta eftir serfrøðini.
17.09.2015 fekk eg so hendan teldupostin frá HAV.
Góði Eyðun
Eg havi ikki so nógv at gera við greiðir o.a. hjá MH at gera.
Men,- um eg minnist rætt, so vóru ongar, ella tað blivu ikki nakrar
tekningar funnar, so Hans teknaði tær gomlu av, og gjørdi eitt nýtt sett
burtur úr uppmátingunum av teim gomlu hurðunum.
Tað er nokk tað nærmasta tú kemur uppruna tekningunum.
Alt hatta við uppruna tekningunum, er langt áðrenn eg byrjaði á
Havstovuni.
Eg skal finna tekningar av posa o.ø.
Hetta teldubrævið fekk eg 07.12.2015
Hey Eyðun.
Nú eru tekningarnar komnar og settar inn í dokumentatiónina fyri yvirlitstrolingarnar. Har kanst tú lesa um allar mannagongdir í smálutum. Tínar atfinningar hava gjørt, at okkara dokumentatión er vorðin betri.
Tekningarnar av posanum inni í trolinum (40 mm meskavídd) eru ikki 30 ára gamlar, men eru gjørdar í oktober 2015, tí ongar tekningar hava verið av posanum. Tó er greitt, at eingin broyting er farin fram, so tað skuldi ikki havt nakran týdning fyri yvirlitstrolingarnar, um tekningin er gjørd nú ella fyri 30 árum síðan. Tað er eingin fjald ætlan aftan fyri hesa gongd - tað er slíkt, sum henda kann. Sjálvandi hevði verið best, um tað var ein upprunatekning, men tá tað ikki var so, er tað næstbesta at gera eina tekning nú.
Nakað tað sama er galdandi fyri trolhurðarnar - har eru ikki 30 ára gamlar tekningar, men nakað nýggjari - men við tað at eingin broyting er farin fram, skuldi tað ikki havt tað stóra at sagt fyri úrslitini fyri yvirlitstrolingina. Kanska koma upprunatekningar undan kavi einaferð?
Um uppruna tekningarnar koma undan kavi einaferð, eri eg vísur í at almenningurin, ongantíð kemur at síggja tær.
Tað ber ikki til, at fólki umborð á MH kunnu minnast til, hvussu alt hevur verið stilla, líka síðani í 1982, har hava nógv ymisk fólk veri umborð síðani 1982
Hevur Havstovan upplýst okkara fólkavaldu um, at allar uppruna tekningar eru burtur, og at teir sjálvir hava gjørt posan, uttan nakra uppruna tekning, nú í mong ár.
MH gerð yvirlitstrolingar á landgrunninum í hesum døgum, so skuldu okkara politikarar givið einum trolara við vanligum lemmum, troli og einum 145 mm posa, loyvi at fari út á leiðinnar sum MH hevur verið.
Hetta skuldu teir gjørt áðrenn teir skerja fiskidagarnar fyri komandi fiskiár, so tað kann fáast ein røtt mynd av hvussu nógv av toski og hýsu í veruleikanum er.
Tað er tað minsta teir kunnu gera fyri okkara fiskimenn, ístaðin fyri at geva fiskimonnum skyldina fyri at oyða allan toskin.
Vestmanna 10.08.2016
Eyðun Hansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald