2016-02-18 18:38
Arbeiðið við at spreingja tunlarnar út er liðugt. Í gjárkvøldi varð seinasta skotið latið av og komið var útaftur í heimara borð. Norska felagið LNS, sum hevur staðið fyri spreingiarbeiðinum, fer nú at rigga boriútgerðina av. Næsta stigið er at gera tunlarnar lidnar innan. Tunlarnir verða tiknir í brúk í apríl mánaða, tað skrivar Havsbrún.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald