Vinna

Havsbrún hevur tikið ímóti 40.000 tonsum áðrenn januar er úti

...

2016-01-28 18:34 Author image
placeholder

Havsbrún hevur tikið ímóti nógvum svartkjafti í januar, farið verður uppum 40.000 tons, áðrenn januar er úti, verður sagt frá Havsbrún í dag.

Christian í Grótinum og Jupiter sigla inn, teir verða á Fuglafirði seint í kvøld, Christian í Grótinum hevur 2.200 tons og Jupiter hevur 2.500 tons, teir hava roynt suður ímóti Wyvillie Thompson Rygginum hendan túrin.

Christian í Grótinum skal landa fyrst - Jupiter sleppir at landa leygarmorgunin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder