Vinna

Havnin má gerast tilreiðar til øktan vøkstur

...

2016-05-04 13:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroya størsta verkætlan, Eysturoyartunnulin, verður boðin út í næstum, og gongst eftir ætlan, verður koyrandi ímillum Eysturoynna og Streymoynna í 2020. Sambært ferðslumetingum hjá Landsverki, fara umleið 3600 persónsbilar og 500 lastbilar at koyra ígjøgnum tunnulin um dagin á teininum millum Eysturoynna og Streymoynna. Alt meðan hendan framburðs verkætlan er í fullari gongd, er lítið og onki gjørt við ferðsluviðurskiftini í høvðusstaðnum, sum skal taka ímóti allari ferðsluni. Tað er alneyðugt at fáa sett sjóneykuna á ferðsluviðurskiftini í høvuðsstaðnum, har størsta ferðslan í landinum er. Ytri ringvegur, sum annars hevur ligið sum ein kastibløka ímillum myndugleikarnar í alt ov nógv ár, má setast ovast á politisku dagsskránna, bæði á Løgtingi eins og í býráði. Um ikki, kunnu vit óttast, at ferðsluviðurskiftini í Havnini enda í einum ruðuleika. Enn eru ongir pengar játtaðir á landsins fíggjarlóg til ytra ringveg í Havn, og tað er alt annað enn nøktandi.

Eysturoyartunnulin fer ikki bert at vera til gangs fyri eysturoyingar og norðoyingar. Tunnulin fer sanniliga at hava nógvar jaligar avleiðingar fyri miðstaðarøkið, bæði hvat viðvíkur handilsslívið, tænastuveitingar, matstovur, kafeeir og vinnulívið annars. Heldur enn at seta sjóneyguna á forðingar við verkætlanini eiga vit at gera okkum til reiðar til ein øktan vøkstur í høvuðsstaðnum

Havnar Framburðsfelag, politiska felagið fyri framburði í Havn

Nevndin fyri Havnar framburðsfelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder