Politikkur

Havnaútbyggingin fekk eina óseriøsa viðgerð í býráðnum

...

2015-02-01 03:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Lat meg fyrst gera púra greitt, at tað er av stórum týdningi, at Tórshavnar kommuna framhaldandi kemur at hava góð og tíðarhóskandi havnarviðurskifti. Tí er neyðugt til tíðir at útbyggja og dagføra havnarviðurskiftini. ??tbyggingin, sum liggur á borðinum nú, er ein stór víðkan av eystaru bryggju, sum er mett at kosta 450 mill. Sum ein annan møguleika at byggja út, hava vit, sum umboða Tjóðveldi í býráðnum, skotið upp at byggja góðshavn á Sundi.

Byggiskráin ongantíð send býráðslimunum

Tá byggiskráin var til viðgerðar í vinnunevndini, spurdi eg, hví byggiskráin ikki var send øllum býráðslimunum, men bert limunum í vinnunevndini. Svarið var, at byggiskráin varð send seinni til allar býráðslimirnar, tá hon kom til viðgerðar á býráðsfundi.

Men byggiskráin upp á hesa stóru útbygging ??? 450 mill ??? varð ongantíð send út til býráðslimirnar, og er mær vitandi ikki enn send út. Í somu byggiskrá stendur, at byggiskráin skal granskast og góðkennast av Tórshavnar havn, Bygginevnd og Tórshavnar býráð. Tí er tað heilt undranarvert, at byggiskráin ongantíð er send út til býráðslimirnar.

??seriøs viðgerð í býráðnum

Á býráðsfundinum høvdu vit sjálvandi væntað at fingið eitt gott og gevnandi kjak um bæði uppskotini at útbyggja havnarviðurskiftini í Tórshavnar kommunu. Men her vísti tað seg skjótt, at einastu umboð hjá merilutanum í býráðnum, sum tóku orðið í hesi viðgerð, vóru borgarstjórin og formaðurin í vinnunevndini. Enntá valdu fleiri av býráðspolitikararunum at fara út úr býráðssalinum, tá viðgerðin var fyri. Ábyrgdarpolitikarar, tá teir eru bestir! Undranarvert, at býráðspolitikarar skulu vísa háðan og skomm í einum so stórum máli ??? helst størsta mál, ið nakrantíð hevur verið fyri í býráðnum. Nei, hetta er ikki rættur máti at føra politikk uppá.

Fyri at seta hetta í perspektiv, so er hetta ein íløga, sum svarar til uml. helvtina av undirsjóvartunnlinum inn á Skálafjørðin ??? ikki smápengar. Gott, ikki at vera ein avskorin blóma í ???blómutyssinum??? hjá borgarstjóranum, ið bert verður brúkt til prýðis.

Bátahavnin ikki við í byggiskránni

Fyri at nevna okkurt úr byggiskánni, so er fyrst av øllum at leggja merki til, at nógv umrødda bátahavnin uttan fyri Skansan, als ikki er við í byggiskránni. Tað er ørkymlandi, tí at júst bátahavnin hevur verið brúkt sum ein av grundgevingunum fyri, at økið kring skansan ikki skal oyðileggjast.

Bygningar eru heldur ikki við í byggiskránni. Eisini stendur, at ein tripstøð møguliga skal gerast. Nógv í byggiskránni bendir á, at kostnaðurin verður væl hægri, enn tær mettu 450 milliónirnar. Við 20 mílaferð er borgarstjórin í ferð við at smekka seg upp undir íløguloftið hjá kommununi, ja so ógvusliga, at vandi er fyri skallabroti.

??tbyggingin á Sundi

??tlanin á Sundi er ein nýggj og øðrvísi útbygging. Í hesi útbyggingini verður ein dokkbryggja gjørd, sum er løgd soleiðis, at hon vendir bakið til aldurnar, sum koma inn úr havinum. Tí er neyðugt at gera nýggjar simuleringar av júst hesi ætlanini, umframt, at vit í dag hava nógv fleiri møguleikar at temja náttúrukreftirnar, enn tá seinastu simuleringarnar vórðu gjørdar á Kaldbaksfirði.

??tlanin á Sundi kann gerast í stigum, og møguleikarnir at byggja út har eru góðir. Á vinnunevndarfundi havi eg fingið at vita, at ikki ber til at víðka eystaru bryggju í stigum ??? alt ella einki.

Okkara útrokningar, sum vit hava fingið frá fakfólki, men sum tó bert er ein leyslig kostnaðarmeting, vísa, at vit fáa nógv meiri fyri færri pengar. Og tað, ið vit hava biðið um, er, at ???aðrir møguleikar fyri víðkaðari góðshavn í kommununi verða gjølla kannaðir við atliti at kostnaði og umstøðum annars ??????

Einasta aftursvarið, ið vit hava fingið, er eitt botn óseriøst og láturligt skriv frá borgarstjóranum(Tjóðveldi vil byggja fantasihavn úr skervi og dusti), sum sigur meiri um hann enn nakað annað. Tað er eisini undarligt at síggja tann grábeinta verða málaðan á veggin, bara tí at góðshavnin skal flytast út um Havnina. Samskip hevur alt sítt virksemi á Oyrareingjum, og tað riggar fínt. Stavanger og Reykjavík eru eisini dømi um býir, ið hava flutt góðshavnina út um býin.

Einasta, vit vilja, er, at uppskotið um at byggja góðshavn á Sundi verður kannað væl og virðiliga, tí fyrimunirnir eru nógvir. Vísa kanningarnar, at hetta ber til, so eru vit ikki í iva um, at hetta er rætta loysnin ??? eisini fyri framtíðin.

Jákup Dam, býráðslimur fyri Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder