??ll eru ovurfegin, errin og glað stórmeistarans vegna.Talvsamband Føroya, Havnar Telvingarfelag, telvarar, familja og mong onnurfegnast saman við stórmeistaranum og landsliðnum um bragdið í Baku. Og tað ersanniliga nakað at fegnast um.
Í kjalarvørrinum mæla talvserfrøðingur og fyrrverandiformaður, millum annað, til betri hølisviðurskifti. Onnur mæla eisini til betrihølisviðurskifti. Eg eri samdur! Allir telvarar í Føroyum mæla til betrihølisviðurskifti til Havnar Telvingarfelag.
Núverandi høli Havnar Telvingarfelags, ???Talvhúsið???, varðtikið í nýtslu í 1970. Henry Olsen, sáli, lat grundstykki og limirnir ogsjálvboðin bygdu húsini. Longu 10 ár seinni vóru fukt-trupulleikar ??? tað varikki neyðugt at siga hvar ein hevði verið um ein hevði verið eina løtu íTalvhúsinum ??? lukturin sat í klæðunum dagin eftir. Og soleiðis hevur tað veriðsíðani. Havnar Telvingarfelag eigur húsini, men orka er ikki til viðlíkahald ogtørvin á umvælingum.
Seinastu árini hevur, so at siga, eingin telving verið íTalvhúsinum. Limirnir eru húsvillir og telvingin er farin fram í skúlum í Havn,á Argjum og í Hoyvík. Kappingar og heimadystir í liðkappingini eru har tað erpláss. Søgulig virði eiga einki heim og felagslívið er ikki sum tað var.
Samskiftið hevur verið við mynduleikarnar um trupulleikan,men til fánýtis.
Í 2023 fyllir Havnar Telvingarfelag 100 ár ??? elstatelvingarfelagið í landinum. Tíðin er búgvin til at Tórshavnar kommuna telvar seg til eina loysnog rættir Havnar Telvingarfelag eina hjálpandi hond nú felagið hevur giviðkommununi ein stórmeistara.
Tí ætli eg mær at arbeiða fyri eftir komandi býráðsval.
Jóannes Guttesen, valevni á lista E til býráðsvalið íTórshavnar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald