Tíðindaskriv
XL-BYG Tórshavn høvuðsstuðul hjá Havnar Fimleikafelag
Hans Suni Eiriksfoss, formaður í Havnar Fimleikafelag sigur: Vit eru sera fegin um, at XL-BYG Tórshavn hevur valt at stuðla okkum og gleða vit okkum til eitt gott samstarv, har menningin av fimleiki drívur verkið.
Heini Fosaa, stjóri hjá XL-BYG Tórshavn sigur:
Vit eru fegin um at hava fingið eitt samstarv við Havnar Fimleikafelag. Felagið hevur sera nógvar limir og er nakað fyri øll og allar aldursbólkar. Fimleikurin er í vøkstri og gleðir tað okkum, at vit kunnu vera við til at menna hetta.
Havnar Fimleikafelag hevur í dag 1300 limir í aldrinum 11??2 til 75 ár, býtt á 74 lið. Kappingarliðini eru 19 í tali, 9 estetisk lið og 8 amboðslið. Til at venja liðini eru heili 160 venjarar, umframt tað eru hjálparar, samskiparar, bólkar og nevnd. Umframt deildina í Havn, hevur felagið eina deild í Vestmanna.
Stuðulsavtalan millum XL-BYG Tórshavn og Havnar Fimleikafelag er galdandi til og við fimleikaárið 2016/17. Tórshavn 26. Februar 2016
Havnar Fimleikafelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald