
Hóskvøldið skrivaðu umboð fyri Havnar Bjargingarfelag undir sáttmála við svensku sjóbjargingartænastuna, SSRS um at keypa bjargingarbátin Sparbanken Tanum frá SSRS.
Tanum, sum báturin fyribils fer at eita, er væl størri enn Rescue LÍV. Meðan Rescue LÍV er 12 metur langur og slakar 4 metur breiður, so er nýggi báturin 16 metur langur og5 metur breiður. Báturin er rúmligari enn Rescue LÍV, og umstøðurnar hjá manningini eru nógv betri. Umstøðurnar til sjúkraflutning verða væl betri umframt at pláss verður fyri fleiri fólki umborð, gerst tað neyðugt í eini neyðstøðu.
Tanum er bygdur í 1995, og er í góðum standi. ??tlanin er næstu tvey árini at dagføra og uppstiga bátin, so at talan verður um ein mest sum nýggjan bát um tvey ár.
Nýggi báturin gongur ikki fult so skjótt sum Rescue LÍV, men tá báturin er dagførdur við m.ø. nýggjum motorum, fer mesta ferðin at verða á leið 32 fj. um tíman, og er tað lítið minni, enn Rescue LÍV siglir í dag.
Nú á páskum hevur Rescue LÍV verið partur av føroysku tilbúgvingini í 11 ár, og tað fer hann framhaldandi at vera til Tanum er liðugt umvældur og klárur at seta í tilbúgvingina. Tá er er ætlanin at selja Rescue LÍV av landinum.
Umframt at nýggi báturin er størri og rúmligari enn Rescue LÍV, so eru fleiri aðrir fyrimunir við honum eisini. Eitt nú er hann betri í sjónum enn Rescue LÍV. Eisini hevur hann størri pelatrekk og kann betri sleipa størri bátar og skip. Eisini hevur hann stóra brandpumpu umborð umframt hópin av ymsari bjargingarútgerð.
Jens Hansen, umsjónarmaður á Rescue LÍV fegnast um, at tað nú hevur borið til at keypa hendan nýggja bátin. ???Hóast Rescue LÍV hevur roynst sera væl og verið ein týðandi og tryggur partur av føroysku tilbúgvingini, so verður tað eitt stórt framstig at fáa hendan bátin til Føroyar, tí tað eru so nógvir fyrimunir við hesum bátinum og tí umstøðurnar umborð eru so nógv betri.???
Daniel Dahl-Olsen, formaður í Havnar Bjargingarfelag fegnast eisini um keypið av nýggja bátinum. ???Sum partur av tilbúgvingini hava vit í Havnar Bjargingarfelag eitt tætt og gott samstarv við myndugleikar, kommunur, løgregluna og sjúkrahúsverkið og loysa saman við teimum nógvar ymsar uppgávur. Við hesum bátunum verða fyritreytirnar
fyri virkseminum hjá Havnar Bjargingarfelag munandi betri og enn tryggari???, sigur Daniel Dahl-Olsen, formaður í Havnar Bjargingarfelag.
Báturin verður keyptur nú, men verður liggjandi í Hunnebostrand í Svøríki til mai mánað, tá manning av Rescue LÍV fer til Svørikis eftir honum og siglir hann heim til Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald