JN

Havnar Bjargingarfelag hevur stóra Bjargingarvenjing

...

2017-06-10 10:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tíðindaskriv 

Í morgun ferð stóra venjing ???RESCUE THOR 2017??? í gongd. MRCC byrjaði venjingina, boð eru kominum at ein lítil flúgvari er dottin niður úti í Nólsoy. 

Allan dagin vera ymiskar venjingar har fólk og bátarvera roynd.Tað eru bjargingarfeløgini sum skipa fyri venjingini. Bjargingarbátarnir, Lív, Ziska, Vón og tyrlan hjáAtlantic Helicopters eru við. Harumframt eru Fjallabjargarnir og Samarittarnir við í venjingini.Nólsoy og Nólsoyarfjørður eru karmar um venjingina. 

Endamálið er at royna allar eindirnar saman.Alt arbeiði hjá bjargingarfeløgunum er sjálvboðið og eru menn og kvinnur tøk allan sólarringin umtað er brúk fyri hjálp. 

Luttakandi feløg í dag eru: Havnar Bjargingarfelag, Nólsoyar Bjargingarfelag, Eiðis Bjargingarfelag,Norðoya Bjargingarfelag og samarittar hjá Reyða KrossiMRCC Tórshavn, Tórshavnar sløkkilið og Atlantic Helicopters luttaka eisini við í venjingini. 

Venjingin heldur fram til kl 17.00. í dag. 

Bjargingarfeløgini vilja takkað Politinum fyri hjálp og vegleiðing, sama til MRCC Tórshavn ogTórshavnar Sløkkilið og Tórshavnar Havn fyri beinasemi á bryggjuni. MEST fyri lán av hølum.

 Havnar Bjaringarfelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder