Vinna

Havið kókar av sild og makreli

...

2013-07-17 19:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Finnur Fríði er júst afturkomin, eftir at hava gjørt kanningar eftir sild og makreli fyri Havstovuna, fólk frá Havstovuni hava verið við hendan túrin, sum byrjaði 1. juli.

Vit hava tosað við skiparan Andri Hansen, hann sigur, at "Havið kókar av sild og makreli" - Andri sigur viðari, at tað er munandi meira at síggja í ár, enn tað var at síggja í fjør, og hann leggur afturat, at í ár sóu teir eisini á fleiri støðum, har teir eingi sóu í fjør. - Serliga er nógv sild at síggja norðanfyri Føroyar.

Finnur Fríði er á Fuglafirði, nú verður riggað til at fara aftur til fiskiskap, skiparin roknar við at teir loysa í kvøld.

Hav.fo skrivar 18. juli:

Kanningarnar eru skipaðar sum felagskanningar saman við íslendingum og norðmonnum, har endamálið er at kanna nøgdirnar og útbreiðsluna av makreli um summarið, tá hann er í norðurhøvum fyri at finna sær føði.

??rslitini frá kanningunum verða endaliga viðgjørd á felags fundi ímillum luttakandi londini síðst í august, og verða kunngjørd í eini felags frágreiðing eftir fundin.

Les frágreiðingina frá Havstovuni her:http://hav.fo/PDF/FF1352_turfragreiding.pdf

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder