2016-08-27 20:22

MRCC Tórshavn fekk í dag eina fráboðan um, at ein bátur ið var eftir havhesti mátti hjálpast til lands, tí hann hevði fingið motorsteðg.
Bjargingarbáturin Lív var send at hjálpa bátinum til lands. Lív fór av Havnini kl:13:37, og var hjá bátinum, sum tá var staddur góðar 5. fjórðingar vestur úr Hesti, beint eftir tvey tíðina. Lív tók bátin uppá sleip, og Lív var á Gomlurætt við havhestabátinum klokkan: 15:36.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald