Vinna

Havborg landar í Kårvik mikudagin

...

2015-01-19 18:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit hava havt millum onki og vánaligt netsamband meðan vit hava roynt norðanfyri Svalbard og eystur til Hvítoynna.

Á middegi í gjár, fóru vit at sigla til lands, nú er oljan um at verða uppi. Hettar gjørdist ein drúgvur túrur og tað eydnaðist ikki at fáa uppí, tað manglar uml. 50 t. Men ein uggi, prísirnir eru í topp. Vit verða í Tromsø týsdagin seinnapartin, har verður bunkra og nakrir manns fara heim. Vit landa í Kårvik mikudagin og eru aftur í Tromsø mikukvøldið seint. Onkrar umvælingar verða gjørdar har, útgerð og nýggj manning kemur umborð, tað skrivar Havborg á heimasíðu síni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder