Vinna

Havborg landar 330 tons av rækjum í Norður-Norra

...

2015-03-24 14:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Rækjutrolarin Havborg, sum hevur roynt við Svalbard, setti í gjár kós móti Norður-Norra, har teir skulu landa veiðuna, sum er 330 tons av rækjum.

Havborg skal landa í Karvika, men áðrenn leggja teir leiðina til Tromsø, har teir skulu bunkra. Síðani fara teir til Karvika at landa. Tá ið liðugt er at landa, verður aftur farið til Tromsø at skifta manning og gera nakrar umvælingar, áðrenn leiðin aftur verður løgd til Svalbard.

Havborg byrjaði túrin 24. januar, tær fyrstu 4 vikurnar var fiskiskapurin vánaligur, men eftir tað hevur fiskiskapurin verið hampuligur.

Hitt føroyska rækjuskipið - Arctic Viking - roynir eisini við Svalbard.

Rækjuprísurin er hampuligur í løtuni.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder