2013-07-29 15:51
Rækjutrolarin Havborg úr Leirvík, var fyrrapartin í farnu viku inni í Norður-Norra, har teir landaðu veiðuna av seinasta túri - uml. 430 tons av rækjum.
Teir loystu aftur mikudagin og komu á fiskileið fríggjadagin, Havborg roynir í russiskum sjógvi, har vóru teir eisini seinasta túr.
Ímeðan teir landaðu, høvdu teir vitjan av umboði frá svenska felagnum KRAV, sum góðkendi teir fyri burðardugga veiðu - teir skriva á heimasíðuni, at tað kemur helst at geva nøkur oyru fyri rækjurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald