Niklái Petersen skipari á Arctic Viking skrivar:
Hey Jóanis, hettar er óiva seinasta mynd av rækjutrolaranum Havborg undir føroyskum flaggi, meðan hann var til rækjufiskiskap í russiskum sjógvi.
Tad er við sorgblídni, at hava uppliva upp og so niðurtúrin fyri føroyska rækjuvinnu síðani mitt í 80-unum.
Havborg gavst mánakvøldið 29.mai, og nú eru vit einsamallir eftir av rækjuskipunum, einaferðina taldi hesin stolti flotin yvir 15 skip størri og smærri. Tað vísir seg ikki verða nokk bara at fiska rækjur fyri at endurnýggja seg, tað má annað kombinerast saman við, tí rækjuvinnan er sesong pregað líkasum nógv o nnur vinna er tað.
Teir hugsa helst um at fáa sær skip aftur ístaðin fyri Havborg, men tað verður kanska annað upplegg við meira enn einum møguleika.
Havborg hevði 250 tons nú teir endaðu túr, teir landa í Kaarvika, og koma síðani til Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald