2017-09-01 20:53

Vesturtúgva og Stelkur hava í dag og í kvøld gjørt tvær royndir, at fáa fatur í bátinum, sum sakk í Skopunarfirði í gjáranáttina, men enn hava teir ikki fingið hann upp. Teir eru nú í holt við triðu royndina, frættu vit frá Brimli beint nú kl. 22 í kvøld.
Teir eru vissir í at teir hava havt fatur í bátinum, tí nógv olja er komin upp har á staðnum.
Tá vit tosaðu við Brimil fyri løtu síðan, søgdu teir, at líkindini er góð í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald