2017-09-02 22:06

Brimil hevur nú funnið soknað bátin á botni aftur í Skopunarfirði. Bjargingar- og verjuskipið hevði annars staðfest positiónina hjá soknað bátinum hóskvøldið, men eftir tær tríggjar royndirnar at trola eftir bátinum í gjár, flutti báturin seg nakað og man misti hann burtur aftur, skrivar portal.fo.
Í morgun boðaði ein bátur, sum var farin eftir havhesti frá, at teir høvdu sæð ein gummibát. Hetta verður hildið at vera gummibátur frá soknað bátinum, men tað kann ikki staðfestast fyrr enn mánadagin, les meira á portal.fo her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald