Vinna

Hava fiskað fyri 22 milliónir síðan 11 januar

...

2016-01-22 02:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Tummas T. hevur partrolað við trolarar hjá Faroe Origin síðan 11. januar, ikki kann sigast annað, enn at tað hevur ligið serstakliga væl fyri.

Teir fóru fyrsta túrin 11. januar, næsta túrin fóru teir avstað 16. januar og 3. túrin fóru teir av Tvøroyri 19. januar. Teir koma á Tvøroyri í kvøld við 1.150 tonsum av makreli, sum verður landaður til Varðin Pelagic.

JN.fo tosaði við skiparan á Tummas T. fyri løtu síðan, tað var gott lag á Annfinni Fagraklett - teir hava fiskað 3.450 tons av makreli síðan 11. januar. Annfinn segði at tað var heilt nógvur makrelur at síggja í ES-sjógvi, teir royndu hendan túrin einar 35. fj. í útnyðring úr Hebridinum. Hendan túrin partrolaðu teir við Heyk, tað eru júst tvey døgn síðan teir loystu av Tvøroyri. Teir rokna við at fáa tveir makreltúrar afturat í ES-sjógvi.

Vit á JN.fo hava roknað okkum fram til, at Tummas T. saman við partrolarunum, sum teir hava verið saman við, hava fiskað fyri 22 milliónir síðan 11. januar.

Í kvøld eru Tróndur í Gøtu og Falkur ávegis í ES-sjógv at fiska makrel, eisini kundi tað sæð út til, at Asbjørn Senior fer í ES-sjógv at royna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder