Ítróttur

Hátíðarløta: Svimjihylarnir handaðir í Vági

...

2015-08-28 04:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

www.svimjihøllin.com:

Seinnapartin í dag, ónsdagin 27. august 2015, var ein hátíðarløta í Páls Høll, tá báðir svimjihylarnir ??? 50 m. svimjihylurin og barnahylurin ??? vórðu handaðir Grunninum Páls Høll.

Hylarnir báðir eru frá heimskenda italska felagnum Myrtha Pool, sum eisini letur hylar til HM, EM og OL. Hylarnir í Vági eru keyptir frá íslendska umboðsmanninum hjá Myrtha Pool í Norður Atlantshavið, Á. ??skarson ehf, og var tað stjórin Heiðar Ágústsson, sum seinnapartin handaði grunninum svimjihylarnir.

Hesar seinastu dagarnir eru allar skipanir við tilknýtið til svimjihylarnir settar í verk. Vatnið í hylunum verður nú reinsað og síðani verður farið undir hita vatnið upp. Seinasta hond verður somuleiðis løgd á ventilatiónina, sum verður klár at seta upp í drift í komandi viku. So nú styttist til at Páls Høll letur upp fyri almennari svimjing.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder