JN

Hassjið ið varð funnið umborð á Polar Nanoq er vert nógvar milliónir

...

2017-01-21 17:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nógv hassj varð funnið umborð á grønlenska trolarnum Polar Nanoq fyrr í vikuni, hassji varð funnið í samband við málið um 20 ára gomlu Birnu Brjánsdóttir, sum eingin hevur sæð í eina heila viku nú.

Tveir mans umborð á Polar Nanoq eru undir illgruna at hava gjørt av við gentuna. Tá ið løgreglan fór at kanna skipið fann hon nógv hassj umborð. RUV skrivar, at hassji hevur eitt virðið uppá góðar 14 millónir danskar krónur um tað bleiv selt í Nuuk. Í Nuuk kostar eitt gramm av hassj millum 700 og 1000 kr.

Ráðharrin fyri fiskivinnuna í Grønlandi sigur, at um hassj verður funnið umborð á einum grønlenskum trolara aftur, so fær tað avleiðingar, og skipið kann missa loyvi at fiska.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder