Eyðfinn Magnussen skrivar:
Niðanfyri eru
nøkur tíðindi um, hvussu haruveiðan hevur hilnast higartil í ár.
??rslitið
higartil er stak vánaligt., Nú einans 16 dagar eru eftir, har loyvt er at
skjóta haru, er samlaða veiðan einans ein fjórðing av tí hon var í fjør.
HARUVEIÐAN EINANS EIN
FJ??RAPART AV TÍ HON VAR Í FJ??R
Nú einans 16 dagar eru
eftir, har loyvt er at skjóta haru, er samlaða veiðan einans ein fjórðing av tí
hon var í fjør.
Higartil í ár
eru 1.436 harur skrásettar at vera skotnar á 162 túrum, í móti 5.051 harum, somu
tíð í fjør. Samlaða túratalið er eisini munandi minni í ár, enn tað var í fjør.
Higartil í ár eru 162 túrum skrásettir, móti 547 túrum í fjør.
Tann vánaliga
veiðan er at síggja um alt landið, Eisini í teimum stóru harubygdunum. Í fjør
vóru flestar harur skotnar í Vestmanna, har teir fingu tilsamans tilsamans 1.120 harur á 74 túrum. ?? ár er
veiðan munandi slakari. Higartil eru einans skrásettar 145 harur at vera
skotnar í Vestmanna, sum eru fingnar á 16 túrum. ?? Sørvági fingur teir 553 haru
í 2014, men higartil eru bara skrásettar 133 harur at vera skotnar í Sørvági,
sum teir hava fingið á 6 túrum.
Á heimasíðuni ???Haran.fo???, ber til at fylgja við, hvussu haruveiðan
hevur gingist kring.
Haruveiðan 2015
Myndin
vísir talið av harum ( ?????? ), sum eru skotnar hvønn dagin í veiðutíðini,
frá
2.
november til 10. desember 2015, og hvussu nógvir túrar eru gjørdir teir
einstøku
dagarnar
(- - - - - ). ??rslitið fyri 2015 (reyðu linjurnar) er samanborið við 2014
(bláu linjurnar). - Sí myndina niðast!
ÁTTA TEIR RASKASTU
í teimum átta
hagapørtunum, sum teir hava skotið flestu harurnar, hava teir higartil skotið 459
harur á 25 túrum.
Átta teimum
raskastu hava higartil verið:
|
Hagapartur |
Bygd |
Samlað tal av harum |
Tal av túrum |
|
Klappjaktin |
Trongisvágur |
70 |
1 |
|
Sundahagi |
Sandavágur |
68 |
7 |
|
Fjallið (partur av Fjalshaga) |
Vestmanna |
67 |
5 |
|
Norðurtriðingur, Sunnaripartur |
Sørvágur |
66 |
2 |
|
Tormanshagi |
Bø |
56 |
1 |
|
??ti í Haga á Bjørgum |
Vestmanna |
53 |
5 |
|
Oknadalur |
Sandavágur |
41 |
2 |
|
Suðurtriðingur - Ytripartur |
Sørvágur |
38 |
2 |
|
Íalt |
|
459 |
25 |
IKKI ??LL T??LINI INNKOMIN ENN
Hóast tað
higartil bert eru skrásettar av vera skotnar 1.436 harur, er tað samlaða talið
helst eitt sindur hægri, tí enn eru ikki úrslitini frá øllum túrarnir, sum veri
hava, latin inn, tí summir bíða við at lata tølini inn til harutíðin er liðug.
Hetta hevur eisini verið vanligt hini árini.
Tá vit seinasta
ár vóru komin til tann 6. Desember, vóru íalt skrásettar 3.869 harur, sum eru skotnar á 349 túrum
kring landið, men tá endaliga úrslitið úrslitið var gjørt upp, vísti tað seg,
at tað samlaða talið av harum fram til 6. desember, var einar 1.000 haru meira,
ella heilt
IKKI LÍKA HUGALIGT AT BOÐA FRÁ
At So lítið er
at fáa, ávirkar helst eisini hugin hjá monnum at lata tølini inn, tí ikki er so
nógv at reypa av. Tað liggur til lyndið
á veiðimanninum, at tað fellur honum lættari at tosa um teir góður túrarnar.
Túrarnir, har tú onki fekk, eru hinvegin knapt so spennandi.
Ein harumaður,
sum eg tosaði við, vildi vera við, at tá hann hevði verið og skotið og kom
gangandi heim gjøgnum bygdina, uttan nakra haru á bakinum, tá møtti hann altíð
nógvum fólki, men tá hann kom gangandi gjøgnum bygdina við einum 8 til 10 harum
á rygginum, tá møtti hann sjáldan nøkrum.
LÍTIÐ TIL AV HARU
At samlaða
haruveiðan hevur verið so vánalig í ár, kemst av tí vánaliga veðrinum, sum
verið hevur í november og desember mánað og so tað at munandi minni er til av
haru í ár. At so lítið er til í ár, kemst uttan iva av tí vánaliga veðrinum sum var fyrst í árinum.
Føroyska haran
leggur tríggjar ferðir um árið: Fyrsta løgan er í februar-mars, onnur í
mai-juni og triðja løgan er í august-september. Tveir til tríggir ungar eru í
hvørjari løgu.
Tá fyrsta løga
var løgd í februar var nógvur kavi, tað sama hendi, tá onnur løgan var løgd í mai
mánað. Tí kann roknast við, av meginparturin av hesum ungunum ikki eru komnir
fyri seg. Sostatt eru tað bara ungarnir frá tí triðu løguni í august-september
sum hava yvirliva, op eru tað tí hesir ungarnir, sum nú verða skotnir, umfram
tær gomlu harurnar, sum yvirlivdu frá í fjør.
Nýggjastu Skrásetingar
| ID | Oyggj | Bygd | Hagapartur | Dato | Harur | Byrsur | Heimildarfólk | ??tt | Viðmerking |
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
| 165 | Borðoy | Árnafjørður | Ognarhagin | 04-11-2015 | 5 | 1 | Jákup Hansen | ||
| 164 | Borðoy | Árnafjørður | Ognarhagin | 28-11-2015 | 9 | 1 | Jákup Hansen | ||
| 163 | Suðuroy | ??ravík | Uppi í Haga | 04-11-2015 | 3 | 2 | Niels M Jacobsen | Eystur (Eystan) | |
| 162 | Suðuroy | Fámjin | Rókhagi | 28-11-2015 | 9 | 5 | Niels M Jacobsen | ??tsynningur sunnan | Felagsskjótingin í Famjin |
| 161 | Streymoy | Kollafjørður | Sjóvarhagi - Fremripartur | 11-11-2015 | 1 | 1 | Karl Thomassen | Onki at sýggja | |
| 160 | Streymoy | Kollafjørður | Sjóvarhagi - Fremripartur | 09-12-2015 | 1 | 1 | Karl Thomassen | Var bara eina løtu fyrrmiddag | |
| 159 | Streymoy | Haldarsvík | Sunnan Fossá | 05-12-2015 | 6 | 2 | Hans Gotfred Thomsen | Landsynningur sunnan | ??laveður. |
| 158 | Streymoy | Kollafjørður | Signabøshagi | 04-12-2015 | 3 | 2 | Jóan Karl Joensen | ??tsynningur | |
| 157 | Streymoy | Kollafjørður | Kjalneshagi | 07-12-2015 | 9 | 3 | Karstin í Húsinum | Ikki nøkur serliga góð líkindi. | |
| 156 | Borðoy | Norðoyri | Bøseyður (Frímerkið) + Skorin | 05-12-2015 | 4 | 3 | Pól Eyðfinnur Poulsen | ??tsynningur | Nógvur vindur og harðar hvirlur við heglingi. Ringasta ætt. |
| 155 | Vágar | Sandavágur | Sundshagi | 05-12-2015 | 2 | 3 | Kári Joensen | Sera nógvur vindur, men turt. ??ttin lá og svingaði millum útsynning og útnyrðing | |
| 154 | Streymoy | Leynar | Leynahagi - Uttan fyri Húsini | 25-11-2015 | 10 | 4 | Heri Müller | ||
| 153 | Vágar | Sandavágur | Sundshagi | 04-12-2015 | 2 | 1 | Kári Joensen | Stuttur túrur á 1,5 tíma | |
| 152 | Vágar | Sandavágur | Sundshagi | 25-11-2015 | 1 | 1 | Kári Joensen | ||
| 151 | Streymoy | Vestmanna | Heimi í Haga á Bjørgum - Vestari (Sjúrðarstovuhagi) | 04-12-2015 | 4 | 1 | Egil Heinesen | ??tsynningur |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald