HARUVEIÐAN EINANS 1/3 AV TÍ HON VAR Í FJ??R
Nú
tríggjar vikur eru farnar av harutíðinini, er samlaða veiðan einans ein
triðing av tí hon var um somu tíð í fjør. Higartil í ár er 1.055 harur skrásett
at vera skotnar á 113 túrum, í móti 3.050 harum á 237 túrum í 2014. Tað
vánaliga veðrið, ið verið hevur, er helst ein partur av orsøkini, men sum heild
er lítil hara at síggja, siga harumenn kring landið.
Hetta kann
lesast á heimasíðuni ???Haran.fo???, har úrslitini frá haruskjótingini kring landið
verða løgd inn, og har til ber at fylgja við hvussu haruveiðan
hevur gingist kring.
Fyrsti dagur
har loyvt var at skjóta haru var mánadagin 2. november. Hendan dagin
vórðu tilsamans 243 harur skotnar á 22 túrum. Hetta er munandi minni enn
fyrsta dag í fjør; bæði tá talan er um veiðu og túratal. Fyrsta dag
í fjør, sum eisini var ein mánadag, fingu teir tilsamans 1.100
harur á 75 túrum. Fyrsta leygardag í fjør fingu teir 1.703 harur á
113 túrum, ímóti einans 135 harur fyrsta leygardagin í ár, men tá skutu
teir einans í 15 høgum.

Sí hesa myndina niðanfyri - Myndin vísir
talið av harum ( ?????? ), sum eru skotnar hvønn dagin í
veiðutíðini frá 2. november til 22. november, og hvussu nógvir túrar eru
gjørdir teir einstøku dagarnar (- - - - - ).
FLEST HARUR
SKOTNAR Í S??RVÁGI
Higartil eru
flestar harurnar skotnar í Sørvági. Higartil hava sørvingar skotið 110 harur á
5 túrum. Næstir eru teir í Sandavág,i við 92 harum á 6 túrum og á triðja plássi
eru Vestmenningar við 83 harum, sum teir hava skotið á 8 túrum.
BESTI
T??RURIN VERIÐ Í B??
Besti túrurin,
sum higartil er gjørdur í ár, var í Tormanshaganum í Bø. Hetta var
týsdagin 11. november, tá 8 mans fingu 56 harur. Næstbesti túrurin var í
haganum ???Fjallið??? í Vestmanna, har 11 mans fingu 48 harur. Triðbesti túrurin
var í Sørvági, har 7 mans í Norðaraparti av Norðurtriðingi fingu 43
harur.
HEIMASÍÐAN
Í ár verður
haruveiðan skrásett á ???Haran.fo???, sum er ein nýggj heimasíðuni, sum er gjørd
til endamálið. Fyrr vórðu úrslitini frá haruveiðuni skrivaði inn á Facebook
bólkin???Haruskjóting á Føroyum???. ??rslitini vórðu síðani skrivaði inn í eitt
rokniark, og haðani flutt í eina databasu har samanteljingar og samanberingar
vóru gjørdar. Hetta arbeiði var sera tíðarkrevjandi. Í fjør vóru umleið 8.000
upplýsingar tastaðir inn í skipanina, men hesum slepst undan í ár, tí nú leggja
harumennirnir sjárvir úrslitini inn í skipanina.
ber til síggja
øll hini úrslitini, sum eru skrásett, og til ber at fylgja við, hvussu gingist
hevur við haruveiðuni kring landið. Á einum grafi mitt á síðuni sæst, hvussu
veiðan hevur dag fyri dag og hvussu nógvir túrar hava verið gjørdir. Eisini
ber til at síggja hvussu nógvar harur eru skotnar tilsamans í hvørjari oyggj, í
hvørjari bygd og í hvørjum haga kring landið, og hvussu nógvar harur eru
skotnar hvønn dagin. Alt hetta kann lesast á heimasíðuni ???Haran.fo???
Tað eru teir
báðir vestmenningarnir, John Johannesen, sum lesur verkfrøði á DTU í
Keypmannahavn og Rói Holgarsson, sum lesur KT-verkfrøði á Fróðskaparsetrinum,
sum hava ment síðuna. Teir hava sjálvir boðið seg fram at gera síðuna, og alt
arbeiðið er gjørt uttan peningaliga samsýning.
SKULU
FRAMVEGISN SKRIVA Á FACEBOOK-SÍÐUNA
Umframt at
skriva úrslitini inn á haru-heimasíðuna, er ætlanin at harumenn framvegis skulu
skrivað úrslitini inn á Facebook-síðuna "Haruskjóting í Føroyum".
Hetta ger, at síðan verður meira livandi, og pláss verður eisini fyri eitt
sindur av reypi, sum jú eisini er ein partur av haruskjótingini. Á hendan hátt
fáa vit kryddað tey heldur turru hagtølini á heimasíðuna.
Alt hetta kann
lesast á heimasíðuni ???Haran.fo???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald