Eyðfinn Magnussen, sum ger eitt megnararbeiðið við skrásetingini av skotnum harum, hevur sent okkum skriv:
N?? ER KOMIÐ HEILT V??L Á VEG VIÐ SKRÁSETINGINI
Á Kortinum niðanfyri (MYNDIN ER VIÐHEFT), sæst í hvørjum hagapørtum, harutøl eru skrásett.
- Reytt vísr, at harur skotnar eru skotnarog hagtøl komin inn.
- Appilsingult = Harur skotnar, eingin tøl skrásett.
- Grønt = Eingin túrur/eingin hara skotin.
- Mykines, Vágar, Streymoy, Nólsoy eru allar 100% litaðar.
- Viðoy og Hestur mangla ein hagapart.
- Kunoy mangla tveir.
- Borðoy, Svínoy og Skúvoy mangla 3.
Hinar oyggjarnar mangla fleiri hagapartar.
KOMIÐ VIÐ SEINASTU T??LUNUM
Á Kortinum niðanfyri sæst eisini, hvørjir hagapartar framvegis mangla.
Eg fari tí at heita á harumenn, um at senda mær tey seinastu tølini, so eg kann fara undir at skriva tað endaligu frágreiðingina um Haruveiðan í Føroyum í 2014.
Tølini kunnu antin skrivast á Facebook-síðuna 'Haruskjóting í Føroyum' ella sendan við telduposti til: Eyð[email protected]. Eisini ber til at ringja til á tel 26 58 31.
??tlanin er at skáseta til í fyrru helvt av næstu viku afturat. So steðgi eg, og fari at skriva frágreiðingina fyri 2014. Vónandi eru øll tølini tá komin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald