Ítróttur

Hart trýstir suðuroyingar vitja 07 Vestur í Miðvági

...

2016-06-10 19:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur.fo: Tað eru eitt trýst FC Suðuroy, sum møtir 07 Vestur á plenuni í Miðvági leygardagin kl. 13. Við einum tapi liggja FC Suðuroy 16 stig aftanfyri okkum, nú kappingin nærkast eini helvt.


Niðurflytararnir hava havt tað sera trupult í 1. deild í ár, og liggja longu 13 stig aftanfyri EB/Streym og okkum, tó við einum dysti minni. Tapa teir, verður munurin sjálvsagt 16 stig.

Og, sum um tað ikki var nóg mikið, skulu teir verða báðar royndastu verjuleikararnar fyri uttan, orsaka av karantenum: Valerian Iobashvili og Dánjal Godtfred, sum sínamillum bert hava mist 5 minuttir tilsamans í ár. ??rógv er eisini rundan um hópin, nú søgurnar eisini eru farnar at ganga um, at bæði Iobashvili og miðvallarin, Mamuka, møguliga fara úr felagnum í summar.

Her vesturi er støðan nærum heilt øvugt. Ongar karantenur eru, og bæði Emil Mikkelsen og Solomon Kwao banka uppá at koma aftur í hópin eftir skaðar, Báðir hava spælt á 2. liðið og eru komnir heilt fyri seg. Einasta ivamálið er Sølvi Egilsson, sum hevur havt muskultrupulleikar í lærinum.

Hvussu Hegga og Jens Erik skrúva liðið saman verður tískil spennandi, tí, serliga Solomon, varð veruliga við at seta seg á eitt av plássunum heilt frammi áðrenn hann bleiv skaddur. Og Emil kann koma inn í miðverjuni, so Gunleif, sum var toppskjútti okkara inntil fyri kortum, kann fara longur fram aftur. Og so er tað Jóannis, sum hevur sitið uttanfyri tveir dystir frá byrjan, hóast hann spældi allar dystirnar til tá. Høgni hevur nú spælt á vinstra bakki, men hevur avgjørt ikki spælt seg av.

So her er nógv at taka støðu til hjá Hegga og leikararnir eru fleiri, sum hava uppiborið betri enn at sita uttanfyri - men onkur má.

Spennandi verður eisini at spæla á góða vøllinum í Miðvági, sum MB hava verið so hjálpsamir at lata okkum brúka, nú festivalur er í Sørvági.

Tað verður eitt brak av einum dysti, har vit skulu hava trý stig fyri at halda tørn móti sundalagsmonnum, og har útiliðið ikki kann liva við einum tapi.

Koyrið á 07 Vestur!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder