JN

Harmoniku samanstoytur í Kollafirði

...

2015-11-20 04:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað hevur verið ein harmoniku samanstoytur í Kollafirði í dag, hendingin hendi um 17 tíðina. Orsøkin til harmoniku samanstoytin var, at ein lastbilur misti farm úr lastini, og bilurin aftanfyri helt ikki nóg langa frástøðu til at hann fekk bremsa, sigur vakthavandi á løgreglu-støðuni við JN.fo í kvøld.

Harmoniku samanstoyturin hevði við sær, at tríggir bilar rendu í hvønn annan, av løgreglustøðuni verður sagt, at eingin mansskaði hendi, tó var ein kvinna flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar, tí hon hevði fingið ilt. Vakthavandi legði afturat, at einki annað krasj er hent av kavanum, sum er komin niður í kvøld.

Sí eisini: Góð ráð frá Landsverki um hálku.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder