Føroya Ríðingarfelag: Fyrstu ferð føroyskt alt íslandsross luttekur í altjóða kapping.
Føroysk reiðfólk hava nú í nøkur áratíggjur luttikið í NM og HM kappingum í gonguløgum við íslandsrossum, men nú verður tað so á fyrsta sinni eitt ross sum er folað í Føroyum sum skal av landinum at kappast.
Talan er um Háreka úr Marknagili, sum brøðurnir Bárður og Regin Johannessen hava alt. Ragnheiður ??lafsdóttir eigur nú Háreka og tað er eisini hon sum skal til Norra at kappast við hestinum.
Háreki er undan ryssuni Rauðhetta frá Arnarhóli og kenda greðinginum Dynur frá Hvammi sum aftur er undan Orra frá Pufu. Hetta er millum kendastu greðingar í Íslandi og als ikki ringasta alilinjan hjá einum kappingarrossi. Háreki er folaður í 2006 og var hann í fjósinum hjá Bárði og Regin Johannessen til hann var seldur til ??luvu á Lofti í 2012. Hesturin hevði verið við til fleiri gongulagskappingar áðrenn ??luva á Lofti keypti hann, ??luva á Lofti kappaðist eisini við hestinum í tvey ár áðrenn hon seldi hann víðari til Ragnheiður ??lafsdóttir. |
Ragnheiður ??lafsdóttir ið er 15 ár, hevur riðið heilt frá barnaárum. Hon sigur sjálv at tað er ein risastór avbjóðing at sleppa til NM í Norra og kappast móti teimum bestu reiðfólkunum í norðurlondum. Vónirnar eru tó góðar til kappingina sum verður á Biri Travbane. Ragnheiður ??lafsdóttir metir seg sjálva hava góðar møguleikar í kappingini og hevur hon stórt álit á at hon og Háreki, kunnu vinna seg langt í kappingini sum verður í døgunum 8 til 14 august.
Ragnheiður ??lafsdóttir og Háreki kappast í bólkinum Junior Sport ið eru ung upp til 16 ár.
Ragnheiður ??lafsdóttir er ein av fýra reiðfólkum sum umboða Føroyar til NM í Norra. Hini eru Elin Tindsskarð, Rakul Tindskarð og Jóanis í Hoygarðinum. Føroyar hava sjálvstøðugan limaskap í FEIF, sum er altjóða samband av Íslandsrossafelagsskapum innann gongulagsríðing o.a.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald