Politikkur

Harður pakki við bleytum innhaldi

...

2016-11-21 07:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Uppskot til nýggja stevnuskrá var lagtfyri landsfundin hjá Fólkaflokkinum um vikuskiftið, og hon varseravæl móttikin.

Seinasta árið hevur Fólkaflokkurin arbeitt við uppskoti til nýggja stevnuskrá fyri flokkin.Fyri at tryggja,at stevnuskráin hevur jørðildií øllumbaklandinum, hava fundirverið í øllumlimafeløgnum. ??t frá hesum var uppskot skrivað, sum eisinihevur verið til ummælis í limafeløgum.

Áfjølmentalandsfundinum vóru nógv,ung sum eldri, iðtóku orðið eftir framløguna av uppskotinum.Nøgdsemi var somikið stórt, at avgjørt var, at nú verður síðsta hond løgd á uppskotið og síðan verður stevnuskráin løgd fyri Floksleiðsluna. Í Fólkaflokkinum erFloksleiðslan hægsti myndugleikin. Ein leiðsla,har øll limafeløg eru umboða, eisiniHUXA -fólkafloksungdómur.

Grundhugsjónin er tann sama, men nýggja stevnuskráin er meira nútímans. Fólkaflokkurin er framvegis ein borgarligurvinnulívsflokkurog ein tjóðskaparflokkur. Uppskotið til nýggja stevnuskrá leggurdent á tryggar og varandi karmar fyri vinnulívið, men hevur eisini nógv um øll tey, sum arbeiða. Trivnaður og umhvørvi verða raðfest og arbeiðsmarknaðurin skal verða mennandi, tryggur og fevnandi.

Nýggja skráin leggur eisini dent á útbúgving, mentan og umsorgan. Hon kann av røttum kallast ein harður pakki við bleytum innihaldi.

ntandi verður nýggja stevnuskráin hjá Fólkaflokkinum samtyktí næstum. Ein flokkur, sum er ein borgarligur, sosialur og liberalur tjóðskaparflokkur.

Fólkaflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder