JN

Harði streymurin kemur at ávirka fiskamongdina komandi viku

...

2016-02-08 04:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fiskamarknaðurin metir um komandi viku:

Samandráttur: Línuskip:  Tey flestu ísfiskalínuskipini eru til fiskiskap undir Føroyum. Vit vanta at fleiri koma inn fyrst í vikuni og so nøkur miðskeiðis í vikuni, tí tá er streymurin í hæddini. Skipini fáa mest av toski og hýsu, tó fær onkur meir av brosmu og longu. Fiskaríið er brúkiligt. Frystilínuskipini eru øll við Flemish Kap. 

??tróður:  Streymurin harðnar út á vikuna og veðri verður heldur ikki av tí besta. Tí vantað vit lítið av útróðri hesa vikuna.  

Djúpvatnstrolarar: Trýggjir fiska svartkalva, men eru nýliga byrjaðir túr. Tí er ikki vantandi at teir koma inn fyrr enn síðst vikuni. 

Partrolarar:  Vit vantað at eitt par landar mánadagin og so nøkur pør seinni í vikuni. Fiskaríið er framvegis smáligt. 

Trolbátar: Tríggjir trolbátar fiska havtasku og tveir fiska tosk og hýsu. Fiskaríið er so nøkurlunda.  Helst landa teir miðskeiðis í vikuni. 

Garnaskip: Tveir fiska svartkalva og koma helst at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder