Politikkur

Harðari revsing og størri bót til yvirgangsfelagskapir!

....

2014-09-28 18:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er nú vorðið sjón fyri søgn, at skræðugákar úr felagskapinum Sea shepherd einans hava í kvittanum at skaða Føroyar. Okkara mentanararv, okkara demokratiska rætt til tilfeingið og ríkidømi ùr havinum, og reint og slætt eru ìmòti at Føroyingar eru Føroyingar.

Vit hava øll sæð seinastu tíðina hvussu óhøvisk, og óhølvað hesu fólk hava verið í okkara landi, og hetta kann ikki halda framm. Við lygnum omaná lygnum, og eini langari slóð av lógarbrotum, kunnu tey erpa sær av at hava verið ì Føroyum og stríðst ímóti føroyskari mentan, og hava fingið trýst ???vísdóm??? niður í hatta neyðars ???óvitandi???fòlkaslagið ì Føroyum.

Vit síggja eisini, at hvalirnir ikki eru tað einasta sum tey stríðast fyri. Nù hava tey gud hjàlpi mær eisini lagt seg út eftir at fàa okkum at gevast vid havhestaveiðuni! Vónandi eri eg ikki tann einasti her á landi, ið heldur, at N?? KANN VERA N??G MIKIÐ!

Ofta krevst skarpur lútur til skurvut høvd, og tað vita vit alt um. Føroya fòlk hevur eisini roynt frà øllum síðum, at greiða teimum frá hvussu grindadráp í veruleikanum er, og tað als ikki hongur saman við teirra ideologi. Grindamannafelagið hevur lagt nógva orku í at greiða Sea Shepherd frá hvussu tað í veruleikanum er, men eisini tað vísir seg at hava verið til fànytis, og herfyri stòð at lesa at grindamannafelagid ikki hevur ì kvittanum at taka lut í sea shepherd herferðini longur, tí at tað, sum felagið hevur lagt nógva orku ì at greiða frà, verður misnýtt og mistulkað av Sea Shepherd felagskapinum. Tað er sum at sletta vatn à gàs, at greiða terroristum frá á ein skynsaman og virðiligan hàtt.

Tað sum býtt er, tað býtt ger. Soleiðis er veruleikin nú einaferð, men tá tað er sagt, so mugu vit eisini minnast til hvussu vandamikið tað er fyri okkara land, at Sea sSepherd leikar soleiðis í her heima. Teir kunnu skaða okkara umdømi úti í heimi, oyðileggja møguligar handilsavtalur við onnur lond, eggja ferðafòlki til ikki at velja Føroyar, og annars oysa propaganda og lygnir annars runt um í heiminum ??? okkum til stóran meinboga. Tì er umràðandi, at vit eru klár til næsta àr, tá herferðin hjà Sea Shepherd mótvegis Føroyum, byrjar aftur.

Vit mugu hava strangari revsing fyri órógv av grindaraksturi.

Harðari dóm fyri órógv og uppíleggjan av grindadràpi.

Harðari revsing fyri at vera til ampa, ella á annan hàtt gera ónáðir ì samband við grindarakstur og grindadràp.

Hasar bøturnar á 1.000 kr eru alt ov smàar. Hækka bótina fyri òrògv av grindadràpi uppí 30.000 kr fyri hvønn persòn, og samfelagstænastu ì 14 dagar. So skulu tit nokk sìggja nakrar tamar yvirgangsmenn næsta àr!

Hetta hevur riggað ì statinum Ohio í USA, har aktivistar hava plágað lívið ùr teimum, ið hava tikið lut í at skjòta reinsdjòr í einari annars væl reguleraðari veiðu. Statururin Ohio hevur hert revsingina munandi, og tá tekur man lyndið frà teimum, tì hatta fòlkaslagið er alt annað enn djarvt! Tann aktivisturin, sum ger seg inn á reinsdjóraveiðuna í Ohio fær eina bót uppá 5.000 dollarar, og skal inn at sita í 90 dagar. Hetta hevur totalt tikið hugin frá aktivistunum.

Vitandi um at lógarbroyting o.a. ikki er til at broyta frá degi til dags, so hevði kortini verið gott at havt eitt útgangsstøðið. Um byrjað verður nú at arbeiða framìmóti einum meinlíkum uppskoti, um í statinum Ohio, tess skjòtari kann hetta setast ì verk.

Havast skal í huga, at hálar tú tennirnar úrulvinum, so kann hann ikki bìta. Gera vit okkara heimaarbeiðið rætt, so verða Sea shepherd aktivistar, sum tann tannleysi úlvurin framyvir.

Heini í Havn Magnussen, grindamaður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder