Vit hava seinastu tíðina verið undir hørðum trýsti. Sendingarnar hava sett spurnartekin við okkara trúvirði. Bæði sum flokkur og sum fólk. Áliti á føroysku fiskivinnuna er vikna ??? men ikki slitna. Tað vísti Jacob Vestergaard so meistarliga á í kjaksendingini. Hann vísti nógvu uppáhaldunum og ósannindunum aftur.
Ungdómssendingin ???Røddin??? hevði eina sending, sum tey kallaðu ???Fiskivinnan fyri dummies,??? har búskaparfrøðingur greiddi frá fiskivinnuni. Men tað er ??? fyri at endurgeva Jacob Vestergaard ??? umráðandi, at vit ikki samanbera perir við bananir. Tað gjørdi búskaparfrøðingurin í nøkrum førum. Tí havi eg gjørt samandrátt av kjakinum, so at tey, ið eru áhugaði og vilja hava betur innlit í fiskivinnuna, fáa tað upp á góðar 11 minuttir.
Vónandi kann fiskivinnan í framtíðini fáa eina góða og sakliga viðgerð, ið byggir á sannleikan, heldur enn lygnir og uppáhald! Tað er ??? um vit vilja tað ella ikki ??? fiskivinnan, ið fíggjar størstapartin av okkara vælferðartænastum, tað skrivar Hanus Samró á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald