Mentan

Hanus tikin á bóli

...

2017-06-23 11:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Skúlin á Fløtum skrivar:

Á middegi savnaðust lærarar og næmingar til eitt serstakt tiltak í Vesturkirkjuni. Tað var bert ein persónur, ið ikki kom til tíðina, og tað var stjórin, tí hann visti einki um hetta. Hann var fullkomiliga tikin á bóli, helt hann skuldi á ein fund, men varð so biðin at koma í kirkjuna. Hundraðtals næmingar tóku ímóti við lógvabrestum, og á fremsta bonki sótu konan, Brynhild, og børnini og bíðaðu. Tey vóru sum øll hini boðin við í loyndum????

Næmingar úr Kongagøtu sungu, Oddfríður bar fram røðu, Lea Falkvard Joensen úr 9. las sína egnum yrking, blómur og gávur vórðu handaðar og lærarar úr Musikskúlanum høvdu eina framførslu.

Røðan hjá Oddfríði og yrkingin hjá Leu:

Góði Hanus

Gott fólk

Eg fari at byrja við at lesa eina yrking.

Invictus

Um náttin svørt meg hylja vil,
so anir tó mítt lívsins bál,???
eg takka øllum gudum vil
alt fyri mína stældu sál.

Eg gráti ei, um lagnan slær,
og lívið er mær fátt og grátt,
og svangist alt í barmi mær,
eg beri tó mítt høvur hátt.

Tí handan hesa sorgar verð
meg ræðslan hóttir hvønn ein dag,
og hóast lívið líðing ber
eg óræddur skal liva tað.

Og um eg ikki vegin fann,
og tekti ikki mið og mál,
eg míni lagnu stýra kann:
eg skipi sjálvur míni sál.

William Ernest Henley

Alexandur Kristiansen týddi

Les og síggj myndir HER:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder