Politikkur

Hanus spyr um fíggjarstøðuna hjá einligum pápum

...

2014-12-04 22:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað hevur verið víst á, at einligir pápar, ið eru undir lesnaði, hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman, tí teir skulu gjalda barnapengar, meðan teir eru undir útbúgving. Víst verður á, at einligir pápar, ið eru undir útbúgving, fáa hægri lestrarstuðulin áljóðandi 3,815 kr. um mánaðin, áðrenn heilsutrygd, men teir skulu gjalda 1.083 kr. um mánaðain fyri hvørt barni. Er talan um tvey børn hevur pápin upp í móti 1.500 kr. um mánaðin at liva fyri, men tað er fyri fastu útreiðslunar, tvs. bústað, trygging, telefon, mat og klæðir v.m.

Minus 138 kr. um dagin

Sambært lesarabrævinum ???Einligir pápar skulu hava rættindini??? dagført 2. desember 2014, ið var sent miðlunum, stendur, at ???Einligir pápar (lesandi) við tveimum børnum (parttíð)??? síggja fram til at liva fyri minus 138 krónur um dagin???.

Tað er nógv, sum bendir á, at einligir pápar, ið eru undir lesnaði, hava trupult við fullføra sína útbúgving, tí teir skulu gjalda fleiri túsund krónur um árið í barnapengum, og ikki fáa nakran fíggjarligan ágóða frá landinum. Størsti parturin tekur sær av børninum helvtina ella triðing av tíðini, tí má tað metast at vera óheppið, at einligu páparnir, ið eru undir lesnaði, ikki fáa nakran fíggjarligan ágóða.

??heppið

Tað má metast at vera sera óheppið fyri einligu páparnar, ið royna at fáa sær eina útbúgving, at teir standa við stórari skuld, tá teir verða lidnir við útbúgvingina. Tí verða niðanfyri nevndu spurningarnir settir:

1. Metir Annika Olsen, at fíggjarstøðan hjá einligum pápum, ið eru undir útbúgving, er nøktandi?

2. Kann landsstýriskvinnan útgreina fíggjarstøðuna hjá ávíkavist einligum mammum og einligum pápum við tveimun børnum, har bæði eru undir lesnaði?

3. ??tlar landsstýriskvinnan at betra um korini hjá einligum pápum, ið eru undir lesnaði?

Hanus Samró

Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder