Politikkur

Hanus Samró fingið svar uppá einligar pápar

...

2014-12-18 00:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hanus Samró, løgtingsmaður fyri fólkaflokkin, setti landsstýriskvinnuni í almannamálum, Anniku Olsen, skrivligan fyrispurning um viðurskiftini hjá einligum pápum, ið vóru undir útbúgving. Nú hevur landsstýriskvinnan svarað.

Annika Olsen hevur svarað

Eg skal gera vart við, at stuðulsskipanirnar á almannaøkinum til støk við børnum ikki gera mun á kynunum, og eg havi somuleiðis fingið upplýst frá Studna, at tað sama er galdandi í sambandi við lestrarstuðul. Pápar og mammur hava somu rættindini til veitingar, tó at í praksis innan almannaøkið eru munandi fleiri kvinnur, ið móttaka stuðulsveitingarnar, enn menn. Eg kann vísa á, at tað eru uml. 80 menn, ið móttaka veitingina barnaískoyti til stakar uppihaldarar, svarandi til umleið 11 prosent av øllum móttakarum av veitingini.

Svarini til spurningarnar hjá Hanusi Samró eru sostatt ikki tengd at, um talan er um pápar ella mammur, og sostatt kunnu eisini vera mammur, sum eru í hesi støðu. Avgerandi er, hvør hevur foreldramyndugleikan, og hvar børnini sambært landsfólkayvirlitinum eru skrásett at búgva.

1. Metir Annika Olsen, at fíggjarstøðan hjá einligum pápum, ið eru undir útbúgving, er nøktandi?

Eg eri samd við tí, sum Hanus Samró vísir á í viðmerkingunum til hendan spurningin, at tey, sum eru undir útbúgving, og sum rinda barnagjald, kunnu vera í eini fíggjarligari trongstøðu. Tað er ikki nøktandi, at eitt foreldur, sum tekur lut í uppihaldinum av barninum, er í einari fíggjarligari støðu, sum kann gera tað trupult at røkja sínar skyldur mótvegis barninum, sum kann vera við til at forða fyri samstarvi foreldranna millum, og sum í síðsta enda kann gera seg inn á rættin hjá barninum til bæði foreldrini.

Harumframt eru hesar støður ikki nøktandi, tí tað kann verða við til at forða fyri, at viðkomandi foreldur fær eina útbúgving, og harvið eisini forða fyri langskygdari persónligari vælferð hjá sær sjálvum og barninum.

Fíggjarliga avbjóðingin er tó ikki ein trupulleiki, sum einans er galdandi fyri lesandi. Tað eru eisini aðrar umstøður, sum kunnu hava við sær, at tað hjá øðrum partinum kann vera trupult at røkja sínar gjaldsskyldur og uppihaldsskyldur mótvegis børnunum, so sum sjúka, arbeiðsloysi, persónlig skuld o.s.fr. Tey, sum ikki megna at gjalda barnagjald, kunnu venda sær til TAKS við atliti at fáa í lag eina gjaldsavtalu. TAKS ger í hvørjum einstøkum føri eina ítøkiliga meting, hvørt ein borgari megnar at gjalda, ella um kravið kann útsetast til seinni. Verður skuldin stór og dregur út, kann Almannaverkið eftir umsókn taka støðu til, um skuldin kann avskrivast. Hetta er eisini ein ítøkilig meting í hvørjum einstøkum føri.

Tað skal nevnast, at í teimum førum, har bert annað foreldrið er undir útbúgving, kann barnastudningur sambært lestrarstuðulslógini verða veittur, hóast børnini ikki hava skrásettan bústað hjá viðkomandi. Men her er treytin, at foreldrini hava felags foreldramyndugleika, og at børnini búgva líka nógv hjá báðum pørtum (sí eisini kærunevndaravgerð frá Kærunevndini hjá Studna dagf. 3. mars 2012).

2. Kann landsstýriskvinnan útgreina fíggjarstøðuna hjá ávíkavist einligum mammum og einligum pápum við tveimum børnum, har bæði eru undir lesnaði?

At útgreina fíggjarstøðuna er víðfevnt og snýr seg um inntøkur, útreiðslur og í prinsippinum um onnur fíggjarlig viðurskifti eisini. Á inntøkusíðuni hava vit generellar skipanir og rættindi, sum flest øll hava rætt til, og hetta ber til at seta í eitt yvirlit. ??treiðslur og onnur fíggjarlig viðurskifti eru ymisk frá persón til persón og familju til familju, og tað ber ikki til í einum yvirliti yvir útreiðslur og onnur fíggjarlig viðurskifti at geva eina generella mynd av fíggjarstøðuni hjá lesandi við børnum. Eg havi tí avmarkað meg til at útgreinað inntøkuviðurskiftini hjá lesandi foreldrum.

Niðanfyri er eitt yvirlit yvir inntøkurnar hjá einum ???pari??? við tveimum børnum, har parið er farið hvør til sítt. Í døminum eru tey búsitandi í Tórshavnar kommunu, og børnini hava skrásettan bústað hjá foreldur 1.

Inntøkur hjá lesandi foreldrum 2014 (børnini hava skrásettan bústað hjá foreldur 1, og foreldur 2 rindar barnagjald til 2 børn)

Foreldur 1 Foreldur 2
Lestrarstuðul
Studningur til livikostnað 3.815 3.815
Einsamallur uppihaldari 1.532 -
Barnastudningur 766 -
Barnastudningur 766 -
Lestrarstuðul tilsamans 6.879 3.815
Annar stuðul
Barnafrádráttur 1.208 -
Barnafrádráttur 1.208 -
Barnaískoyti 549 -
Barnaískoyti 549 -
Barnagjald 1.083 -1.083
Barnagjald 1.083 -1.083
Stuðul til uppihaldspening - 433
Annar stuðul tilsamans 5.680 -1.733
Inntøka pr. mðr. 12.559 2.082

Lesarabrævið, sum Hanus Samró vísir til í viðmerkingunum til hendan spurningin, hevur ikki neyvt tey somu tølini, og er orsøkin, at barnafrádrátturin í skattinum ikki er er við í døminum í lesarabrævinum. Barnafrádrátturin í skattinum verður eisini veittur til uppihaldaran, har børnini hava skrásettan bústað. Um uppihaldarin ikki hevur skattskylduga inntøku, verður barnafrádrátturin útgoldin einaferð um árið.

3. ??tlar landsstýriskvinnan at betra um korini hjá einligum pápum, ið eru undir lesnaði?

Tað eru myndugleikarnir á útbúgvingarøkinum, ið hava ábyrgd av teimum lesandi, og har er avgerð tikin um, at serligur stuðul skal veitast til lesandi, sum hava børn búgvandi hjá sær, meðan øll onnur hava eins treytir ??? t.v.s. eisini tey, sum rinda barnagjald. Á almannaøkinum hava vit generellar skipanir og vit hava forsorgarskipanir, ið hjálpa teimum, sum hava serligar umstøður. Trupulleikin at røkja gjaldsskylduna í sambandi við barnagjald er sum nevnt ikki einans galdandi fyri lesandi. Skulu broytingar gerast, eiga hesar at vera meira víðskygdar og ikki bara vera galdandi fyri lesandi.

Hóast trupulleikin í døminum omanfyri er eyðsýndur, so er hann ikki einfaldur at loysa. Verandi skipan við at allur barnastuðul verður veittur teimum, har børnini hava skrásettan bústað, er nógvum førum rímiligur. Tað finnast foreldur, sum rinda barnagjald, men sum annars ikki taka stórvegis lut í uppihaldinum av barninum. Her er verandi skipan eftir mínum tykki rímilig. Men tað eru eisini foreldur, sum semjast um at deilast um børnini ??? at børnini skiftivís búgva hjá báðum foreldrum, og eru ábendingar um, at hetta tíbetur er ein vaksandi skari. Ynskiligt er, at í teimum førum børnini skiftivís búgva hjá báðum foreldrum, at foreldrini sínamillum avtala, at stuðulin fylgir barninum, heldur enn at almenni myndugleikin áleggur foreldrunum, at stuðulin skal býtast á ein ávísan hátt.

Tí meti eg ikki, at tað er rætt í hesum sambandi at finna generellar loysnir ella víðka um generellu skipanirnar, sum vit hava á almannaøkinum í dag. Ein loysn má taka atlit at familjuni í nútíðarsamfelagnum soleiðis, at rættindi og skyldur sampakka við faktiska uppihaldinum av barninum. Familjurættur er felags málsøkið, sum hoyrir undir Heilsumálaráðið, og tað avmarkar í ein ávísan mun møguleikarnar at gera broytingar viðv. barnagjaldinum, men viðv. øðrum skipanum so sum stuðul til uppihaldspening og barnaískoyti til stakar uppihaldarar er neyðugt, at fara grundleggjandi til verka og staðfesta rættindi og skyldur.

Stuttskygda loysnin er at víðka verandi skipanir og stuðla nevndu bólkum fíggjarliga. Er politiska ynskið at stuðla lesandi við børnum, eigur tað at gerast innanfyri karmarnar hjá útbúgvingarøkinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder