2015-05-31 05:01
www.hvirlan.fo skrivar:
Hanus hevur seinru árini støðugt tikið seg fram, eisini í mun til sínar javnaldrar uttanlanda. Í 2014 byrjaðu venjarar í Danmark at leggja merki til unga føroyingin, og í ár sær út til at Hanus er við at visa, hvat hann kann, tí í Grand Prix kapping á Tórsbreyt leygardagin kastaði hann 800 g tunga spjótið heilt út á 62,32 m, sum er næstan tveir metrar longri enn besta kasti á danska styrkilistanum hjá monnum í ár. Tá skal so havast í huga at Hanus er í U23 bólkinum, og enntá yngsti maður í bólkinum.
Les meira HER:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald