Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, roynir í hesum døgum at sannføra føroyingar um, hví Føroyar skulu lima seg í Evropeiska Samveldið. Týsdagin 17. verður almennur fyrilestur, har týski samfelagsfrøðingurin, Christian Rebhan, kemur at greiða frá, hví tað ikki loysir seg at vera uttanfyri ES í 21. øld. Hetta er aðru ferð innan heilt stutta tíð, at Sjúrður Skaale roynir at fortelja okkum, hví Føroyar skulu gerast partur av ES. Við hesum hevur fólkatingsmaðurin gjørt greitt, at javnaðarflokkurin tekur undir við ES limaskapi. Tekur undir við teimum, sum ætlaðu at seigpína føroyska samfelagið við handilsboykotti. Lat meg gera tað greitt beinanvegin: eg taki ikki undir við ES limaskapi.
Fiskivinnan er alfa og omega
Eg havi við áhuga lisið bóklingin ???Ja til Evropa, ??? sum Sjúrður Skaale gav út í 2013. Hon er gevandi uppá nógvar mátar, tí hon lýsir ikki bara føroysku støðutakanina í sjeytiárunum, men hvussu londini rundan um okkum handfóru ES spurningin. Eg gevi Sjúrða Skaale rætt, tá hann sigur, at vit mugu tora at kjakast um ES. Men áðrenn vit yvirhøvur fara at tosa um nógvu møguleikarnar, sum Sjúrður Skaale sær við ES, mugu vit fáa greiðu á fiskivinnupolitikkinum. Hvørjar avleiðingar kemur fiskivinnupolitikkurin hjá ES at hava á føroyska samfelagið? Hvørjar avleiðingar hevur tað fyri pelagisku vinnuna? Fyri botnfiskin? Fjarfiskiflotan?
Fiskivinnan hevur alt at siga
Sjúrður Skaale vísir í bóklinginum á Ísland. Teir eru í somu støðu sum vit, men íslendska stjórnin gjørdi eina lunkaða roynd í 2010, tá teir tóku samráðingar upp við ES. Tað er tó nógv, ið bendir á, at Ísland ikki gerst partur av ES, tí tað er bara javnaðarflokkurin í Íslandi ??? akkurát sum javnaðarflokkurin í Føroyum ??? sum tekur undir við ES limaskapi. Allir hinir eru ímóti. Serliga eru tað avbjóðingarnar við fiskivinnuni, ið skilja partarnar. Sama er galdandi fyri Føroyar. Skulu vit upp í ES, mugu vit geva fiskirættindi frá okkum. Skulu vit uppí, gera byrokratarnir í Brússel av, hvussu nógv vit sleppa at fiska. Og hvør sleppur at fiska. Tá verður tað ikki stuttligt at vera reiðari ella fiskimaður, tí tá skulu felagsskapir sum Greenpeace, World Wildlife Foundation og Sea Shepherd gera av, hvussu nógv føroyingar sleppa at fiska í Føroyum. Men tað eru treytirnar: skulu Føroyar gerast partur av ES, mugu vit lata fiskirættindini frá okkum. Vit kunnu ikki bara fáa, um vit ikki geva okkurt aftur fyri. Tað vísir Sjúrður Skaale eisini á, men hann brúkar Ísland sum fordømi: teir krevja seravtalu. Hendan seravtalan kann sambært Sjúrða Skaale slóða fyri føroyskum limaskapi. Men hetta er eisini ???idealistiskt.??? Hví skal ES viðgera lond ymiskt? Sambært Sjúrða Skaale eru íslendsku grundgevingarnar, at Ísland er meiri heft at fiskivinnuni enn nakað annað land í ES, helvtin av útflutninginum stavar frá fiskivinnuni osfr. Somu grundgevingar kunnu brúkast fyri Føroyar. Men tað er einki, ið týðir uppá, at Ísland ætlar sær upp í ES í nærmastu framtíð, tí størsti flokkurin, sjálvstæðisflokkurin, tekur ikki undir við ES limaskapi. Tað gjørdi formaðurin, Bjarni Benediktsson, greitt, tá vit vóru á fundi í Reykjavík í mai 2013.
Cameron og the Conservatives
Tað eru nógvar rembingar í løtuni. Síðani búskaparkreppan floymdi yvir Evropa í 2009, hava stórar tjóðir sum Italia, Spania, Portugal og Grikkaland havt trupulleikar við búskapinum. Tað hevur havt við sær, at sterkur tjóðirnar (Týskland, Holland, Stóra Bretland, Danmark v.m.) hava goldið í tíggjutals milliardum av krónum fyri at bjarga suðurevropeisku búskapunum ??? við skattaborgarans pengum. Tað hevur elvt til mikla øsing. Tað sóu vit m.a. í mai 2014, tá teir sokallaðu víðgongdu tjóðskaparflokkarnir vunnu ES-valið. Í Danmark fekk danski fólkaflokkurin meir enn 25% av atkvøðunum, meðan franski tjóðskaparflokkurin National Front fekk flestar atkvøður. Í Bretlandi vunnu UKIP, meðan the Conservatives gjørdust næst størstir. Tað, sum flokkarnir hava til felags, er, at teir eru ímóti ES, og at sjálvstøðugu tjóðirnar verða tvingaðar at geva byrokratunum í Brússel størri part av suverenitetinum. Serliga er tað konservativi flokkurin í Bretlandi við forsætisráðharranum Dave Cameron á odda, ið stendur fyri skepsisini. Tað hevðu m.a. við sær, at Dave Cameron í januar 2013 boðaði frá, at um so er, at konservativu vinna valið í 2015, verður fólkaatkvøða í 2017, har bretar sleppa at gera av, hvørt Stóra Bretland skal fara úr ES ella framhaldandi vera partur av felagsskapinum. Tað verður spennandi at vita, hvat bretar velja. Um so er, at bretar fara úr ES, kemur tað at hava álvarsligar avleiðingar fyri Evropeiska Samveldið.
Realistiskt
Sjúrður Skaale sigur m.a. í bóklinginum, at tað ???er lætt at vera idealistiskur ??? men idealisman einsamøll kann sjáldan umsetast til ein politikk, sum ber til.??? Hetta er júst mítt poeng!
??tlanin við ES var góð. Hon bygdi á fýra grundsúlur, ið høvdu til endamáls at betra um samhandilin. Men nú er tað farið av sporinum. Byrokratiið hevur tikið ræðið á frælsu hugsjónini. Nú snýr tað seg í nógv størri mun um eitt suverent Evropa. Eitt sokallað ???United States of Europe,??? har byrokratarnir í Brússel taka valdið frá tjóðunum. Nú er tað ikki longur nokk við samhandli, men skulu allir borgarar í ES viðgerast eins. Tað hevur m.a. við sær, at Danmark skal samráðast um at gera undantakslógir, ið forða fyri, at suður- og eysturevropearar fáa rætt til kontanthjálp v.m. Einaferð snúði tað seg um felagsskatt. Um felags militer. Tað byggir á eitt endamál og eitt endamál aleina: Suvereniteturin skal liggja hjá ES. Allar avgerðir skulu takast úr Brússel. Sum Sjúrður Skaale segði so væl: ???tað er lætt at vera idealistiskur.??? Royndirnar við ES hava víst seg, at hóast endamálið var gott, er veruleikin ein annar.
Tí sigi eg nei til ES limaskap, men skulu vit heldur gera alt fyri at styrkja og betra um okkara handilsavtalur við ES.
Hanus Samró
Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald