Hetta er næstan óhugnaligt. Ella tað kanst tú sjálv/ur meta um. Hoyrdi tú samrøðuna við Herálv Joensen, formanni í Reiðarafelagnum, og Kristini Michelsen, tingmanni, í tíðindunum á døgurða, har teir tosaðu um uppboðssøluna?
??key, prøv so og les hetta brotið. Tað er frá skaldsøguni "Hans Jensen," sum eg gav út í 2013.
Síða 235.
"Útvarpið boðaði frá, at samgongulimir tóku frástøðu frá landsstýriskvinnuni. Suðuroyar tingmaðurin, Mikkjal Kristinson, hevði sent tíðindaskriv til fjølmiðlarnar, sum tíðindaleiðararnir viðgjørdu aftur við redaktiónsfundunum og morgunkaffinum, sum vóru høvuðstíðindini í bæði útvarpinum og portalunum.
Tað var ein sannroynd, at nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri hevði fingið lív aftur í býin. Seinastu mongu árini var fólkatalið, og harvið inntøkurnar hjá kommununum, lækkað, men síðan vinnu- lívsmenninir settu pengar í stóra uppsjóvarvirkið, vóru ikki bara inntøkurnar vaksnar, men fólkatalið eisini. Sostatt fór tað ikki at vera hann, ið fór at áleggja størri byrðar á føroysku fiskivinnuna. Kom ikki uppá tal, at 256.000 tons av sild og makreli var selt. Ikki so mikið sum 256 kilo. Hann heitti tískil á landsstýriskvinnuna um at taka uppskotið aftur. Hon átti heldur at arbeitt við átrokandi málum sum handilsbanninum og nýggjum marknaðum heldur enn at leggja fót fyri fiskivinnuna.
Tíðindaskrivið var í øllum portalunum.
Tað var ikki tilvildarligt, at suðuroyar tingmaðurin sendi tíðindaskrivið, tí næstu tíðindini snúðu seg um, at formaðurin fyri Skipeigarafelagið, Herbert Hansen, segði greitt, at Skipeigarafelagið tók hvassliga frástøðu frá landsstýrinum. Kom ikki uppá tal. Politiska skipanin kundi ikki við einum pennastroki skrykkja beinini undan vinnuni...
- Vit mæla løgtingium staðiliga frá at samtykkja uppskotið, tí tað kemur at drepa fisikivinnuna."
Skrivar Hanus Samró á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald