Politikkur

Hanus: Bye bye Sea Shepherd

...

2014-12-04 01:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgtingið samtykti í dag uppskot til samtyktar um at fyribyrgja fráboðaðum ólógligum virksemi í Føroyum. Hetta er tað sokallaða Sea Shepherd málið, har lagt verður upp til, at umboð fyri felagsskapir og útgerð teirra, ið hava sum fráboðað endamál at fremja ólógligt virksemi ella at hótta lóglig rættindi í Føroyum, kunnu koma til landið.

Summarið 2014

Í summar hendi ta óhepna, at fleiri føroyingar kendu seg sum trælir í egnum landi, tí fleiri??? serliga eldri fólk uttan fyri Havnina ??? tordu ikki at fara út, tí tey ræddust umhvørvisfelagsskapin. Serliga vóru tað svørtu hettutroyggjurnar við provokerandi deydningahøvdunum á bringuni, ið elvdi til miklan ótta. Viðhvørt tytktist tað enntá, sum Føroyar vóru hertiknar, tí Sea Shepherd stóðu og hildu vakt við hvønn fjørð og hvørja hvalvág, og tá tað umsíðir eydnaðist okkum at reka grindina á land, brutu ófrættakropparnir lógina. Tíbetur spældi alt væl av, tí sjálvt um tað vóru nakrar óhepnar hendingar, har føroyingar og Sea Shepherd brustu saman, kundi tað verið nógv verri, tí ófrættakropparnir høvdu ein so aggressivan og vanvirðisligan atburð, at føroyingar hava stórt rós uppiborið, at teir ikki ikki lupu framav.

Prinsipp

Rætturin at mótmæla er kjarnin í samfelagnum. Tað er tað, sum er hornasteinurin undir einum nútímans samfelagi. Tá tað er sagt, er tað ein rættur, sum vit skulu virða og fara væl um, tí rætturin at mótmæla kann misbrúkast. Tað er tað, sum vit sóu við Sea Shepherd. Teir misbrúktu okkara fólkaræði. Teir vildu ikki mótmæla, men manipuleraðu. Teir vildu ikki steðga grindadrápi, men skaða okkara umdømi.

Sea Shepherd í framtíðini

Hetta var uppskot til samtyktar, har løgtingið heitti á landsstýrið um at gera eina lóg, ið fyribyrgir, at felagsskapir sum Sea Shepherd (og aðrir ræðslufelagsskapir), sum hava til endamáls at skaða og oyðileggja føroyska samfelagið, at koma til landið. ??tlanin hjá Sea Shepherd er ikki at steðga grindadrápi, men at reingja sannleikan, so at fólk halda fram við at geva felagsskapinum pengar ??? uppá bekostning av føroyska samfelagnum.

Tað er nakað, sum vit mugu fyribyrgja, tí um vit ikki steðga teimum nú, halda teir fram við at oyðileggja føroyska samfelagið.

Tí samtyktu vit lógina!

Hanus Samró

løgtingsmaður fyri fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder