Ítróttur

Hans Jørgin tveir dagar leikbann

...

2015-06-23 17:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Kappingarnevndin hjá FSF er komin til ta niðurstøðu, at Hans Jørgin Djurhuus fær tveir dagar leikbann, eftir tilburð í venjingardysti fyrr í ár ímillum HB og Víking, tá tað kom til ilnar ímillum Hans Jørgin Djurhuus og Poul Ingason.

Hans Jørgin Djurhuus hjá Víkingi er leikbannaður næstu tveir dystirnar. Tað er niðurstøðan, ið Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya er komin til, í sambandi við harðskapsmálið millum Hans Jørgin Djurhuus og Poul Ingason hjá HB.


Tað var fyrr í ár, í venjingardysti millum HB og Víking, at tað kom til ilnar ímillum Hans Jørgin og Poul.

Málið endaði í rættinum, og úrskurðurin varð, at Hans Jørgin Djurhuus bleiv dømdur fyri harðskap, og fekk eitt ár treytaleyst.

Síðani hevur Kappingarnevndin hjá FSF tikið málið upp, og har er niðurstøðan, at Hans Jørgin Djurhuus fær tveir dagar leikbann. Hans Jørgin er tískil ikki tøkur til næstu tveir dystirnar, sum eru ímóti HB (26. juni) og TB (27. juli).

Harafturat hevur Kappingarnevndin eisini avgjørt, at feløgini, HB og Víkingur verða revsaði við hvør sínari bót á 1.500 krónur, fyri at hava sett fótbóltin í ringt ljós í samband við hendingina.

FSF hevur síðani avgjørt, at hetta mál verður roknað sum eitt einkult mál. Kappingarnevndin fer at arbeiða víðari á økinum, fyri at fáa skipaðar reglur í samband við venjingardystir.

Fótbóltssamband Føroya

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder