Vinna

Hans Holm og Sonne Smith í Sólorku

...

2015-12-05 20:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv 5. desember 2015

Tey, sum koma við á fyrstu spaniaferðina hjá Sólorku næsta vár, fáa verðins bestu kunning um Spania og tær mongu tjóðirnar og ríkispartarnar, sum her er - og tey fáa hetta upp á tann stuttligasta og hugnaligasta mátan, sum hugsast kann.

Sólorka hevur fingið gubbarnar handan legendarisku útvarpssendingarnar um at kalla alla verðina, Hans Holm og Sonna Smith, saman aftur. Á túrinum 29. mars 2016 fara teir millum annað at hugleiða um ta spennandi sponsku søguna og um tær mongu tjóðirnar, sum eru í spanska ríkinum, - herundir um aktuella katalanska stríðið fyri sjálvstýri.

Túrurin 29. mars er ein eldraferð, heilsuferð og detox-ferð umframt ein vanligar feriutúrur fyri tey, sum ynskja at taka sær av løttum. Á túrinum verða hópurin av útferðum, upplivingum, sangi, tónleiki og stuttleika ??? og mitt í tí heila Hans Holm og Sonne Smith!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder