Ítróttur

Hans Áki Dahl Christiansen: Hettar var bara ein dagur har einki koyrdi

...

2017-01-22 18:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Eftir dystin ímillum Kyndil og StÍF í dag, har strandingar drógu longra stráðið, hittu vit Hans Áka Dahl Christiansen hjá Kyndli, vit settu Hans Áka nakrar spurningar.

Hvat sigur tú um dystin?

Fyri okkara viðkomandi, var tað ein forferdiligur dystur, so vit eru skuffaðir.

Hví riggaði spælið ikki í dag?

Eg veit ikki - vit høvdu planlagt, at vit skldu vinna dystin, men álopið koyrdi slett yvir høvur ikki - nei, eg veit slettis ikki beint nú.

Sveinur fekk reytt kort seint í fyrra hálvleiki, tá væntaðu vit, at tit fóru at koma orduliga inn í dystin, men tað hendi ikki, hví?

Ja, nei eg veit ikki - aðrir leikarar hjá strandingum traðkaðu til og sum sagt, okkara álopsspæl koyrdi ikki - slett ikki - Nei eg veit ikki, tað veit Guð.

Er tað okkurt sum tit skulu arbeiða við til næsta dyst?

??h-ja, men vit hava eisini arbeitt nógv við álopinum - Hettar var vara ein dagur, har einki koyrdi, sum vit høvdu planlagt - vit tosaðu alla tíðina um at koma inn aftur, tað bleiv eitt lítið lop innímillu, so dragnaði aftur - hettar var ein forferdiligur dystur frá okkara síðu, Tað segði ein sera skuffaður Hans Áki eftir dystin ímóti strandingum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder