Vinna

Hanna Svabo takkar fyri seg hjá Atlantic Airways

...

2019-05-01 12:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í gjár var fráfaringarløta fyri Honnu Svabo á skrivstovuni hjá Atlantic Airways á flogvøllinum í Vágum. Hanna Svabo, sum nú fer frá vegna aldur, var fyrsta starvsfólkið, sum varð sett í starv í føroyska flogfelagnum, eftir stjóran Hera Mortensen, og hevur hon sostatt starvast hjá Atlantic Airways heilt frá byrjan.

Hanna Svabo arbeiddi í nógv ár sum stjórnarskrivari, til hon fyri fáum árum síðani skifti deild. Hon hevur upplivað bæði upp- og niðurgangstíðir hjá flogfelagnum.

???Atlantic Airways er okkara hjartablóð. Nógv okkara hava brúkt alla okkara tíð á arbeiðsplássinum og eitt sindur afturat. Hetta er ein partur av okkum,??? segði Hanna Svabo í grein í sambandi við 30 ára føðingardagin hjá flogfelagnum í fjør.

Leiðslan vil við hesum takka Honnu Svabo fyri drúgva og trúgva tænastu og ynskja henni alt tað besta í framtíðini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder