JN

Hann fekk eina harða lagnu sum smádrongur

...

2015-12-17 18:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Poul Erik Jacobsen í Sumba skrivar um pápa sín, sum í dag hevði fylt 75 ár.

Í dag fyri 75 árum síðan, bleiv ein drongur borðin í heim við Gjógv, hann var yngst av 10 syskjum.

Hann fekk eina harða lagnu sum smádrongur.
Hann spældi saman við aðrar drongir í bygdini. Í Gjónna var oftani spælt, serliga tá bátar komu aftur av útróri, ella av fuglaveiðu.
Ein dagin fóru dreinginir í Gjónna, bátur úr grannabygdini, var komin at, teir hevði verið og skotið fugl. Menninir fara frá bátinum og niðan í bygdina.
Dreinginir teir spæla har í Gjónni, eisin fara teir niður í bátin.
Í bátinum liggur ein byrsa, Hesin drongurin tekur byrsuna, byrsan gongur av, og treffur ein annan drong, sum doyr. Ein ræðulig hending, fyri hesar dreingir og fyri bygdina.
Hesin stakkals drongur, sum hevði mist pápa sín, minni enn eitt ár frammanundan, bert 59 ár, verður ákærdur og jagstraður.
Hann blívur burtursagdur úr bygduni.
??vriheidin(sýslumaðurin) og barnaverndin 4 limir úr bygdini, komu saman, tað var 2-2 millum bygda menninar í nevndini, og sýslimaðurin átti avgerina, og stemmaði at drongurin skuldi burturvísast.
- "Eg kom sjálvur, inn til henda sýslumann, av tilvild, okør vóru í Havn og seldi lutaseðlar, komi inn í eini hús, bangi uppá, ein eldri maður kemur út, hann spyr hvør eg eri, tá eg so nevni pápa mín, dettur/smekkar hann seg niður á afturpartin mitt í gongini, og fer at gráta og sigur:" ja, ikki gekk tað altíð so rætt fyri seg" Fann seinni útav, at hann var sýslumaðurin sum hevði avgerandi stemmuna".-
Hesin drongurin mátti úr bygdini, vekk frá mammu síni, hann fór til systur sína, sum búði á Tvøroyri.
Bert 2 mánar seinni, doyr mamma hansara bert 55 ár. Hann sá ongantíð mammu sína aftur, sum hann sjálvandi elskaði og saknaði nógv.
Drongurin fer við syatur síni, norð at fylgja mammu síni til gravar, undur gravar ferini, á veg í kirkjugarðin, bleiv rópt, av fólki í bygduni, eftur hesum stakkals drongi, sum kanska ikki hevði kvalur nokk.
Á veg suður aftaná jarðaferina, blívur hann steðgaður í Havn av øvrigheidini, tikin frá systur sínar innlagdur á sinnisjúkra hospital, og síðani sendur av landinum við tjaldrinum, púrasta "alene i verden", senda teir hann til DK, hann endar á Nykøbing Sjælland.
Har var hann í uml. 3 mánar, ongan at snakkað við, forstóð ikki danskt, sat fyri seg sjálvan og græt oftani.
So ein dagin spyr ein kona til hann á donskum, og hann svarar á føroyskum, tá fekk hann aftur onkran at prát við, sum hann skilti. Henda fitta konan bleiv seinni svigar pápasystur hansara. Hon fekk so drongin, fyrst umvegis familju, búðsitandi í Kbh, heim til Sumbiar, har átti hann ein mammubeiggja. Poul undur Hamri og Elsa sum tóku hann til sín. Eg eri uppkallaður eftur teimun báðum.
Hetta er í stuttum tað sum pápi mín ??lavur Jacobsen,var úti fyri sum ein lítil drongur. Tað er ringt at halda tárunum aftur, meðan man skrivar hetta.
Ja, hann hevði blivið 75 ár í dag.
Saknurin er stórur. Eitt fantrúliga gott fólk íð hann var.
- Eg trúgvi orðunum, sum Annomman altíð segði, tá fólk doyðu alt ó tulja,:" hasin fór ikki av elli, Várharra tekur síni heim til sín". -


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder