2017-06-08 09:43
Eftir at hava verið á Havnini í fyrradagin, fóru hvalbiartrolararnir Breiðanes og Hamranes á Hvalba, har teir landaðu í gjár, teir høvdu 260.000 pund, meginparturin var upsi.
Teir fóru nýggjan túr í gjárkvøldið.
Týsdagin landaðu Niels Pauli og Steintór í Hvalba, teir høvdu 300.000 pund, harav 260.000 pund var upsi og 40.000 pund svartkalvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald