2016-10-25 08:52
Partrolararnir Hamranes og Breiðanes komu á Hvalva í nátt, teir hava gjørt góðan túr, tilsamans hava teir 340.000 pund, meginparturin er upsi.
Hamranes og Breiðanes hava hendan túrin roynt víða um.
Breiðanes er longu áveg til Havnar, har teir skulu yvirhála høvuðsmotorin, tað skal Hamranes eisini, arbeiðið verður gjørt hjá MEST, væntandi tekur tað 3-4 vikur.
Niels Pauli og Steintór liggja eisini inni, annað skipið hevur onkrar tekniskar trupulleikar, men væntandi fara teir nýggjan túr seinast í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald