2016-04-27 13:17
Hamranes og Breiðanes - sum partrolað, landa í dag og í gjár.
Breiðanes landaði í Hvalba í gjár og Hamranes landar í Scrabster í dag. teir hava uml. 100.000 pund í part, meginparturin er upsi.
Tað var so nógvur fiskur niðurfyri í Hvalba, at avrátt varð at Hamranes fór til Scrabster, teir rokna við at prísurin har á upsanum liggur eini 10-20% hægri enn í Føroyum - men nú fáa vit at síggja í morgin, sigur Mikkjal Hammer reiðari við JN.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald