2016-07-29 14:52
Fyri góðum tveimum tímum síðani kom lukus ferðamannaskipið Hamburg á Havnina.
Hamburg var tikin í sigling í 1997, og var heimahoyrandi í Hamburg fram til 2012, tá hevði skipið navni C. Columbus. Í 2012 skifti skipið navn til Hamburg, og fór at sigla undir flagginum hjá Bahamas.
Ferðamannaskipið Hamburg er 144 metrar langt, og 22 metrar breitt. Skipið hevur pláss fyri 420 ferðafólkum, og manningin telur 170 fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald