2015-08-22 18:30
Ferðamannaskipið Hamburg kom í morgun á Havnina. Hetta er aðru ferð, at Hamburg vitjar í Havn í ár, fyrruferð var 25. juli.
Hamburg er 145 metrar langt, og 22 metrar breitt. Skipið varð tikið í brúk í 1997. Skipið var heimahoyrandi í Týsklandi frá 1997 til 2012, men síðani tá hevur tað verið heimahoyrandi á Bahamas.
Hamburg fer eftir ætlan av aftur Havnini klokkan 14.
Myndin er tikin, tá Hamburg var á Kollafirði í 2013.
Les eisini: Eitt 290 langt ferðamannskip liggur á Kollafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald