Ítróttur

Hálvfinalur: SÍ-venjarin: KÍF er favorittur

...

2017-02-09 19:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jóhan Petur á Stongum, venjari hjá sørvágskvinnum, letur ongan iva vera um, at lið hansara verður sent á vøllin fyri at vinna. Men liðið er ungt og óroynt, og tí er eingin ivi um, at KÍF má bera favorittleiklutin

- Sjálvandi fara vit inn fyri at vinna, men tá vit nú eru í einum ættarliðsskifti og møta upp við einum liði, har níggju leikarar eru 15 ár og yngri, er ikki realistiskt at rokna við at vit eru favorittar.

Tað sigur Jóhan Petur á Stongum, venjari hjá SÍ, undan hálvfinaluni í steypakappingini hjá kvinnum.

SÍ spælir móti KÍF í høllini á Hálsi leygardagin klokkan 15 í seinnu hálvfinaluni, og tað er við einum heilt nýggjum liði, so at siga.

- Fimm av leikarunum sum byrjaðu inni í fjør, spæla ikki í ár, so vit eru við at byggja upp av nýggjum. Fýra leikarar eru 14 ár, fimm eru 15 og so hava vit tveir eldri leikarar, so miðalaldurin er øgiliga lágur, vísir venjarin á.

Hóast hetta hevur SÍ klárað seg rættiliga væl, bæði í landskappingini og í steypakappingini. Leygardagin skal liðið spæla hálvfinalu í steypakappingini, og í landskappingini liggur liðið nummar fimm, bara eitt stig aftanfyri Fleyr og trý aftanfyri TB. Málið er at koma so langt sum tilber, men tað er bara ein partur av tí. Hin er, at flyta leikararnar so langt sum tilber í ár.

- Fyri okkum snýr tað seg um at byggja upp eitt lið, og tað gera vit við at byggja sjálvsálitið upp hjá leikarunum. At geva teimum ???succesupplivingar??? og at fokusera uppá at menna leikararnar, sigur Jóhan Petur á Stongum.

Tað verður ikki bara gjørt við at vinna dystir, men eisini við at fáa leikararnar at hugsa um vera til reiðar, tá dysturin byrjar.


- Vit skulu gera tað besta vit duga, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur. Gera vit tað, so kann eingin harta okkum fyri ikki at hava roynt. Men vit hava eitt sterkt mótstøðulið, sum hevur royndir, og tí er tað KÍF, sum má bera tann favorittleiklutin, sigur Jóhan Petur á Stongum.

Favoritleikluturin ikki stuttligur

Og sjálvt um tað ongantíð er stuttligt at bera júst favorittleiklutin, so er tað neyvan nakað, sum ávikar Ragnar í Haraldsstovu og hansara leikarar í KÍF.

Hansara lið hevur klárað seg rættiliga væl í ár, og ein orsøk er kanska júst tann, at hann hevur eitt garvað og væl samanspælt lið. Sum hevur vant væl og leingi í ár.

- KÍF er væl fyri í ár. Vit hava vant leingi, tí vit byrjaðu longu við fysiskari venjing í summar. Tað vil siga, at kropsliga er liðið betur fyri enn tað nakrantíð hevur verið. Leikliga hevur eisini gingið væl, tí liðið hevur vant øgiliga væl, og tær møta serstakliga væl upp, sigur Ragnar í Haraldsstovu.

Eisini hann vil fegin hava sítt lið í finaluna, ta fyrstu síðan 2006.

- Tað er sjálvandi málið hjá okkum. Tað snýr seg um at vinna kappingar, og vit gera sjálvi av, um vit taka av, nú hálvfinalan stendur fyri durum, sigur venjarin hjá KÍF-kvinnunum.

Ikki lættur dystur

Men hann leggur dent á eitt:

- Tú fært meg ikki at siga, at vit rokna við einum løttum dysti. SÍ hevur klárað seg øgiliga væl hetta kappingarárið, serliga í seinastuni. Tí vita vit, hvat tær eru førar fyri, og tað krevur, at okkara leikarar eru til dystin fús, sigur Ragnar í Haraldsstovu.

Í eini slíkari støðu er gott at vera væl fyri við leikarum, og tað er KÍF-venjarin.

- Ja, vit eru so væl fyri, at vit hava fulla manning á øllum plássum, og tað er ein avgjørdur fyrimunur, sigur hann.

KÍF og SÍ hava hitst einaferð í hesum kappingarárinum. Í Kollafirði í landskappingini seinast í november. Ta ferðina vann KÍF 3-1. Síðan kappingin byrjaði aftur fyrst í januar, hevur KÍF vunnið tríggjar av fýra dystum. SÍ hevur vunnið allar sínar fýra.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder